Næsta leygardag, tað er 13. mai. Er tann stóri fuglatejingardagurin, Global Big Day.
Hesin dagur er samstundis “Heimsins flytifugladagur.
Eisini Føroya Fuglafrøðifelag er við í hesum tiltaki, og tey siga at hetta er eitt tiltak, øll kunnu vera við í.
Í fjør vóru 51.500 fólk við og meira enn 7600 fuglasløg vóru skrásett.
Í Føroyum vóru 62 fuglasløg skrássett hendan dagin í fjør. Og tað vita tey, tí at øll sum eru við í teljingum hendan dagin, skráseta sínar eygleiðingar í eBird (www.ebird.org).
Tað er ein stórur dátabasi við fuglaeygleiðingum har øll sjálvboðin kunnu leggja sínar teljingar inn. Her ber til at síggja, hvørji fuglasløg eru eygleidd í Føroyum (leinkja her), nær fuglurin sæst í Føroyum og nær hann fer av landinum aftur (leinkja her).
Har eru eisini yvir 2700 myndir av fuglum úr Føroyum (leinkja her), og ljóðupptøkur av fuglaláti úr Føroyum (leinkja her).
Fuglafrøðifelagið sigur, at tað eru tvær orsøkir til, at hetta tiltakið er. Tann fyrra orsøkin er tann fragd tað er at hyggja at fugli og ikki minst, kann fuglurin geva okkum eina orsøk at fara út í náttúruna og at røra okkum.
Hin orsøkin er meiri vísindalig, tí fuglurin er ein ábending um støðuna í náttúruni. Tá ið nógvar eygleiðarar savnast á einum stað, gevur tað betri yvirlit yvir fuglastovnarnir í verðini, hvussu gongdin er í stovnunum og hvussu veðurlagsbroytingar ávirka fuglin.
Vit kunnu fylgja við flytifuglunum: hvussu flyta seg. Her (leinkja her) sæst, hvussu starin flytur seg gjøgnum árið (trýst á bláa knøttin við hvítum píli høgrumegin skermin fyri at byrja animatiónina). Hetta vísir, at meðan starin er støðufuglur í Føroyum, flytir hann úr Skandinavia um veturin.
Fuglafrøðifelagið sigir, at tað er ókeypis at skráseta seg á eBird og ætlanin er so at tann 13. mai skulu fólk brúka
nakrir minuttir at eygleiða fuglin, og skriva niður tal, slag og stað fyri teljingina.
So skulu eygleiðingarnar skrásetast í eBird, sigur felagið.