Tað munnu vera tey flestu, sum hava fingið við, at mest sum allir prísir eru farnir til himmals hesi bæði seinastu árini.
Men hóast prísirnir eru hækkaðir nógv, eru vit kortini sloppin rættiliga væl. Í teimum flestu norðurlondunum, og ES londunum, hava príshækkingarnar nevniliga verið uppaftur hægri enn teir hava verið í Føroyum.
Hagstivan sigur, sum heild er er prísvøksturin í Føroyum 3,7 prosent hetta seinast árið. Tað er bara í Danmark, at prísvøksturin hevur verið minni, tí har hevur hann verið 2,4 prosent. Nú í septembur varð príshækkingin í Danmark bara 0,9 prosent.
Serliga stórur hevur prísvøksturin verið í Íslandi, har hann var meiri enn dupult so stórur, sum í Føroyum, ella 7,7 prosent. Í Svøríki hevur hann verið næstan líka stórur, ella 7,5 prosent.
Í Finnlandi var hann 5,6 prosent og í ES sum heild eru prísirnir hækkaðir 5,2 prosent hetta seinasta árið. Í Norra var príshækkingin 4,8 prosent, men afturfyri var príshækkingin í Norra lægri enn í Føroyum, bæði í 2021 og í fjør.