Tilsamans áttu føroysk húski næstan 28,8 milliardir í 2022. Tað vísir ein uppgerð hjá Landsbankanum.
Næstan 12 milliardir stóðu í føroysku bankunum og umleið 4,6 milliardir standa sum innlán ella á depotkonti í útlendskum fíggjarstovnum í 2022. Harafturat eiga føroyingar 12,1 milliard í eftirlønaruppsparingum.
Afturat fíggjarligu ognunum áttu føroyingar fastar ognir, sethús, bilar og bátar, fyri 37,3 milliardir. Av teimum er virðið á sethúsunum 35 milliardir.
Sostatt eiga føroyingar pengar og ognir fyri 66,1 milliard. Hinvegin hava føroysk húski 13,4 milliardir í skuld. Umleið 9,5 milliardir vóru lán í føroyskum peningastovnum og 3,7 milliardir vóru skuld í donskum realkredittstovnum.
Harafturat høvdu summi húsarhald skuld til almennar fíggjarstovna og uppaftur onnur hava lænt frá útlendskum lánveitarum til keypa bili fyri.
Tað ber eisini til at læna frá útlendskum lánveitarum gjøgnum summar føroyskar handlar; eitt nú handlar, sum selja húsbúnað, men her er talan um smáar upphæddir.
Meginparturin av skuldini hjá føroyskum húskjum er sethúsalán, og síðani er ein minni partur lán til bil og ymiskt annað.
Tað merkir, at føroyingar hava eina nettoogn upp á 52,7 milliardir og tað er 5,6 ferðir so stór sum tøka inntøkan í 2022.
Til samanbering var nettoognin hjá dønum 5,5 ferðir so stór sum tøka inntøkan, og hjá íslendingum var hon 6,9 ferðir tøku inntøkuna.