Í Aalborg er komin nýggj vegleiðing fyri føroyingar, sum í breiðan mun veitir vegleiðing innanfyri juridisk-, sosialmál og onnur praktisk viðurskiftir, ið gera seg galdandi fyri føroyingar, sum eru komnir til Norðurjútland at búgva.
Vegleiðingin er borin av sjálvbodnum lesandi í Aalborg, og er komin í lag við samstarvi við føroyingafelagnum Álaborg, sum stendur fyri hølisviðurskiftunum. Stigtakararnir til vegleiðingina eru Barbara Eysturoy, Bjørt á Tórgarði og Turid við Rættará, sum lesa til sosialráðgeva, erhvervsjura og jura. Tær hava allar royndir við sjálvbodnum arbeiði, og við vegleiðingini hava tær skapt eina nýggja sjálvbodna tænastu, har tær hvør sær nýta sína útbúgving.
Vegleiðingin er sett í verk, orsaka av einum mettum eftirspurningi í viðurskiftum, sum gera seg galdandi í Aalborg, har møguleiki er at koma inn á gólvið til eitt prát. Eitt nú eru serlig viðurskiftir í Aalborg, har kommunan veitir býlistrygd, umframt at Aalborg eisini hevur býlisportalar, sum ikki eru teir somu sum aðrastaðni í landinum.
Í løtuni arbeiðir vegleiðingin við mannagongdum, sum kunnu finnast á heimasíðuni hjá Álaborg, har hentir upplýsingar um alskyns viðurskiftir eru at finna. Hesar mannagongdir vísa í summum førum til Vegleiðingina fyri Føroyingar í Danmark, sum er ein vegleiðingarstovnur, sum er staðsettur í Keypmannahavn og er á Løgtingsfíggjarlógini. Vegleiðingarnar eru at finna á https://alaborg.fo/vegleidingin/
Til ber at vitja vegleiðingina á Forchhammersvej 5-7, 9000 Aalborg frá 16 til 20 mánadgar.
Eisini ber til at ringja í upplatingartíð ella eftir avtalu á +45 26 69 36 02 ella skriva ein teldupost á vegleiding@alaborg.fo