Føroyar vunnu við javnleiki

Tað leikaði hart á til seinast, tá føroyska A-landsliðið hjá monnum í kvøld á Malta spældi seinasta dystin í bólkinum. Einasta kravið var, at Malta ikki vann, og tað eydnaðist

Sveinur Tróndarson
17. november 2020 kl. 22:04

Tað hendir ikki ofta, at føroyska manslandsliðið vinnur eitt bólkaspæl, men tað var akkurát tað sum hendi í kvøld.

Føroysku leikararnir vistu, tá teir fóru á vøllin, at tað einasta, sum Malta ikki skuldi gera, var at vinna dystin í kvøld, og í fyrra hálvleiki vóru okkara leikarar eisini klárt omaná. Teir vóru tó bara ikki nóg neyvir, tá teir royndu seg móti málinum hjá Malta, og var bólturin innanfyri stengurnar, so tók málverjin skotið.

Tað gjørdi hann millum annað, tá Brandur Hendriksson Olsen smekkaði eitt dundurskot avstað miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og millum annað var tað orsøkin til, at fyrri hálvleikur endaði málleysur.

Maltesar vóru øgiliga tannleysir í fyrra hálvleiki, men tað vóru teir ikki í seinna. Tá settu teir seg á dystin og í 54. minuttir skoraði Guillaumier til 1-0 fyri heimaliðið.

Hetta var ikki akkurát tað, sum føroyingar høvdu ætlað, men teir komu aftur í aftur, og við einari frálíkari avlevering legði Sølvi Vatnhamar bóltin beint fyri føturnar á Ára Mohr Jónsson, sum varð komin á vøllin stutt frammanundan, og so var støðan 1-1, sum var nóg mikið fyri okkara menn.

Hóast bæði liðini høvdu royndir móti málunum hjá hvørjum øðrum, so komu ikki fleiri mál, og tað javnleikurin var akkurát tað, sum føroyingar kunnu brúka.

Við hesum úrslitinum kundu føroyingar staðfesta, at teir endaðu ovast í bólki 1, og teir kundu eisini staðfesta, at teir í hesi kappingini ongan dyst hava tapt. Tað er ikki hent áður í kapping.

Malta-Føroyar 1-1 (0-0)
54.: 1-0 Matthew Guillaumier
69.: 1-1 Ári Mohr Jónsson
Malta: Henry Bonello – Kurt Shaw, Andrei Agius(84.: Shaun Dimech), Steve Borg – Joseph Mbong, Matthew Guillaumier, Teddy Teuma (79.: Stephen Pisani), Ryan Camenzuli – Luke Gambin, Jurgen Degabriele (83.: Alexander Satariano) – Luke Montebello (75.: Kyrian Nwoko).
Eykaleikarar Malta: Calleja Cremona, Jake Galea, Jake Grech, Rowen Muscat, Juan Corbolan, Bjorn Kristensen, Tristan Caruana.   
Føroyar: Teitur Gestsson – Gilli Rólantsson, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson (87.: Bartal Wardum), Brandur Hendriksson, Jóannes Bjartalið (61.: Ári Mohr Jónsson) – Klæmint Olsen (81.: Hilmar Leon Jakobsen), Meinhard Olsen (88.: Heðin Hansen)
Eykaleikarar Føroyar: Gunnar Nielsen, Kristian Joensen, Adriasn Justinussen, Rógvi Baldvinsson, Magnus Jacobsen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Dan í Soylu.
Gult kort: Kurt Shaw – Odmar Færø, Hallur Hansson
Dómarabólkur: Kristo Tohver, Silver Koiv, Sten Klaasen, Juri Frischer (EST)