Føroyar vann tryggan sigur

Við einum 29-25 sigri á Ísrael hava føroysku hondbóltskvinnurnar nú spælt seg víðari í EM-undankappingina, har tær møta Danmark, Rumenia og Eysturríki.

Katrin Erlendsdóttir
6. juni 2021 kl. 17:25

Føroyska kvinnulandsliðið fekk eina framúr góða byrjan í dystinum móti Ísrael í dag. Hesa løtuna skaraði serliga Turið Arge Samuelsen framúr við sínum skjóta og orkukenda vongspæli. Ísraelar tóku time out, tá Føroyar eftir fáum minuttum var frammanfyri 5-1, og aftaná hetta var ikki sama flog yvir føroyska spælinum.

Hóast tað ikki altíð var so sannførandi, var Føroyar tó allatíðina á odda, og tá tær fóru til hálvleik, høvdu tær kempað seg til eina fýramálsleiðslu. 15-11 var hálvleiksstøðan.

Stutt eftir hálvleik vóru fimm mál á muni, 17-12. Stutt eftir vísti talvan 18-13, og tað sá gott út. Kortini var óvist, um sigurin fór at koma í hús, tí ísraelsku kvinnurnar hingu væl í. Viðhvørt vóru bara eitt og tvey mál á muni, men ungu føroysku kvinnurnar svaraðu hvørja ferð aftur og vunnu at enda dystin trygt 29-25. 

Hóast góða úrslitið, gekk føroyska spælið ikki altíð eftir vild. Verjan hevði avbjóðingar móti tveimum teimum sterkastu ísraelsku leikarunum. Tíbetur stríddist tann annars aggresiva ísraelska verjan eisini við at fáa tamarhald á føroysku leikarunum, sum ofta sluppu ígjøgnum og fingu skorað.

Toppskjútti í dag var Bára Krossteig Hansen við sjey málum, har av seks vóru brotskøst. Turið Arge Samuelsen skoraði fimm mál, og Marianna Geirsdóttir Eystberg og Lív Poulsen hvør síni fýra.

Í mun til dystin móti Finnlandi fríggjadagin, bjargaðu málmenninir ikki so nógv í dag. Bjargingarprosentið lá um 17 prosent.

Føroyar eru nú komnar víðari í EM-undankappingina, sum byrjar í heyst. Tá skulu vit spæla ímóti sterkum hondbóltstjóðum sum Danmark, Rumenia og eisini Eysturríki.