Føroyar høvdu fleiri streingir at spæla uppá og vunnu trygt, 35-27, móti Ukraina. Føroyar vóru frammanfyri 16-15 í hálvleikinum.
Føroyar byrjaðu dystin illa og máttu taka time-out longu eftir 8 minuttir. Tá vóru okkara aftanfyri 5-3. Innsatsatsurin tóktist hálvhjartaður og stóð verjan illa saman við málverjanum. Ukraina er millum veikastu liðini í kappingini, men høvdu teir fleiri stórar og góðar skjúttar, m.a. Mykola Protsiuk, sum gjørdi 8 mál í fyrra hálvleiki. Um miðjan hálvleik gjørdu føroysku venjararnir fleiri broytingar. Sasha Lacok kom í føroyska málið og hevði hann beinanvegin fleiri bjargingar. Jákup Egholm kom inn sum 1´ari í verjuni og riggaði nú betri. Óla Jákup Gaard Olsen, sum spældi ein góðan dyst í gjár móti Ísrael, gjørdi tað eisini gott á høgra vongi og bakki, har hann var tryggur hvørja ferð. Føroyar vóru omaná í seinnu helvt av fyrra hálvleiki og komu endiliga fram um eftir 21 minuttir. Okkara høvdu møguleikan at rennna frá, men aftur vóru skot brend og tekniskar villur. Føroyar vóru sostatt bert hitt eina málið frammanfyri í hálvleikinum 16-15.
Tað var skjótt greitt í seinna hálvleiki, at Føroyar høvdu fleiri streingir at spæla uppá enn Ukraina. Toppskjúttin í fyrra hálvleiki, Mykola Protsiuk, fekk reytt kort fyri sína triðju útvísing 5 minuttir inn í seinna hálvleik, og viknaði ukrainska álopið av tí sama. Føroyska liðið fekk brúkt flestu leikararnar í dag og spældi vanligi spælskiparin, Óli Mittún, ikki inni í seinna hálvleiki. Hann var bert inni og skeyt tvey brotskøst.
Trúgvi Hávardsson og Helgi Poulsen stýrdu føroyska spælinum, og megnaðu okkara so líðandi at økja um leiðsluna og gjørdist til endans talan um ein tryggan 35-27 sigur.
Eftir dystin var málverjin hjá Føroyum, Aleksandar “Sasha” Lacok, kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Sasha stóð ein frálíkan dysti eftir at hann kom inn eftir 15 minuttir. Hann hevði eitt bjargingarprosent uppá 37. Næsti dystur hjá Føroyum verður í hósdagin kl. 11.00 móti Kekkia. Allir dystir kunnu stroymast her: handball-globe.tv
Dystarskrá, úrslit o.a. frá U20 EM-endaspælinum síggjast her: https://www.eurohandball.com/.../m20-ehf-euro-2024-slovenia/
Dystargongdin Ukraina – Føroyar
5 min. 3-3
10 min. 6-4
15. min. 9-7
20 min. 12-12
25 min. 13-15
30 min. 15-16
35 min. 17-20
40 min. 19-23
45 min. 22-24
50 min. 24-28
55 min. 26-31
60 min. 27-35
Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 6 (2)
Ísak Vedelsbøl 6
Óla Jákup Gaard Olsen 5
Høgni Heinason 4
Trúgvi Hávardsson 3
Niklas Gaard 3
Jákup Egholm 2
Rókur Ziskason 2
Búi Poulsen 2
Helgi Poulsen 1
Rói Seyer Hjaltason 1
Málverjar:
Aleksandar Lacok 45 min., 10 bjargingar, 37 %
Torstein Sivertsen 15 min., 2 bjargingar, 17%