Føroyar vunnu ímóti Hvítarusslandi

Jørgen Nielsen úr B68 skoraði hattrikk, tá ið U-21 landsliðið vann 3-2 á útivølli ímóti Hvítarusslandi

Jóannes Hansen
7. september 2023 kl. 16:47

Í Hvítarusslandi búgva tað millum 9 og 10 milliónir. Í Føroyum búgva tað 54 túsund fólk. Tá ið U-21 landsliðini hjá Hvítarusslandi og Føroyum í dag hittust, so vóru føroyingarnir omaná. Tá ið 11 føroyingar og 11 hvítarussarar tókust á vøllinum í armeniska býnum Armavir, sum liggur knappliga 50 kilometrar uttanfyri høvuðsstaðin Jerevan, vóru tað føroyingarnir, sum vunnu.

Fyrstu løtuna gekk tað mesta fyri seg á føroysku hálvuni, og føroyski málverjin Ari í Haraldstovu Petersen hevði fleiri ferðir høvi at vísa, hvussu dugnaligur hann er, og aðrar ferðir vóru marginalirnir við føroyska liðnum, tá ið bólturin brast í stólpan.

Tað endaði við 3-2 sigri til Føroyar, og síðstu lítlu løtuna varð tað nógv meiri spennandi, enn tað góða løtu í seinna hálvleiki sá út til at fara at verða.

Eftir at Jørgen Nielsen hevði skorað sítt triðja mál og við hattrikki lagt Føroyar á odda 3-0, vóru Føroyar í eitt korter frammanfyri 3-0. So minkaði heimaliðið um munin til 3-1 við góðum stútara, og eftir horna minkaðu teir um munin til 3-2. Dómarin legði seks minuttir aftrat, men tíðin var farin meiri enn átta minuttir út um vanligu leiktíðina, tá ið hann bríkslaði fyri síðstu ferð, og so var lættin og fagnaðurin av góðum grundum ógvuliga stórur í føroysku leguni.

Talan var um framúr liðavrik. Verjuspælið var leingi til UG. Tað var stutt millum keturnar, spælararnir vistu allir, hvør teirra leiklutur var, og hóast heimaliðið var mest á bóltinum, so kendist tað sum um, at Føroyar høvdu tak á tí.

Og so var tað, at Jørgen Nielsen 10 minuttir undan steðginum við stútara legði Føroyar á odda. Eftir fínt álop í høgru, har eyðsýndi Áki D. Samuelsen og vongverjin Signar á Brúni vóru við, legði Signar hegnisliga bóltin inn fyri málið, har Jørgen takkaði fyri og við høvdinum setti bóltin í málið.

Eftir steðgin komu heimamenninir á vøllin við ætlan um beinanvegin at svara aftur, men tað gekk heilt øðrvísi. Jørgen Nielsen økti beinanvegin um munin til 2-0 – aftur eftir innlegg frá Signari á Brúnni – og tá ið hann við framúr langskoti úr 35 metrum og eftir sending frá miðvallaranum Gullbrandi Øregaard sendi bóltin heilt upp í málhornið, so vóru Føroyar av álvara á sigurskós.

Tað eydnaðist at vinna 3-2, og føroysku spælararnir vóru allir sum ein sannir brandar. Síðstu lítlu løtuna varð tað alt ov spennandi, men tað hava teir í Armenia og vit øll longu gloymt. Vit fegnast um, at trý stig eru í ferðalagnum á veg til hús aftur.

 

Hvítarussland – Føroyar 2-3 (0-1)

EM undankappingardystur á Armavir stadion í Armavir í Armenia 7. september 2023 kl. 17.30

0-1: Jørgen Nielsen 35.

0-2: Jørgen Nielsen 48.

0-3: Jørgen Nielsen 59.

1-3: Rovdo 75.

2-3: Chernyak 93.

Dómarabólkur úr Armenia: Ashot Ghaltakhchyan, Atom Sevgulyan, Sargis Hovhannisyan og Artem Gasparyan (4. dómari)

Føroyar: Ari í Haraldstovu Petersen – Signar á Brúnni, Børge Petersen, Áki Johannesen, Elias Rusborg, Ási Dam (Jákup N. Vilhelmsen, 94.) – Áki D. Samuelsen (Jónas Warner, 94.), Gullbrandur Øregaard (Gutti Dahl-Olsen, 79.), Noah Mneney, Olaf Bárðarson (Heini F. Sørensen, 65.) – Jørgin Nielsen (Aron Jarnskor Ellingsgaard, 79.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Rasmus Nilsson, Bergur Poulsen, Jens Erik Bruhn, Poul Kallsberg

Venjari: Eyðun Klakstein

Hjálparvenjari: Atli Gregersen