Føroyar vunnu í gjár 3-1 á Wales á talvolympiaduni í India.
Helgi Dam Ziska, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard vunnu síni talv, men Høgni Egilstoft Nielsen tapti.
Helgi, Rógvi og John telvaðu allir væl og vunnu sannførandi, men Høgni var tikin á bóli av sera ágangandi mótstøðumanni, og fekk ikki vart seg fyri hættisliga álopinum, ið walisin setti í verk.
Stórmeistarin Helgi Dam Ziska er toppskjútti á føroyska landsliðnum. Hann hevur higartil fingið 4½ stig á 1. borði í seks dystum.
3-1 sigurin í gjár ber í sær, at Føroyar taka seg fram sum nummar 72 í røðini av teimum 188 liðunum í kappingini. Fyri dystin í gjár var føroyska liðið á 97. plássi. Føroyar hava nú 7 dystarstig og 12½ í borðstigum. Vit hava vunnið tríggjar dystir, tapt tveir og spælt ein javnan.
Hetta var triði dysturin móti Wales á einari talvolympiadu, og annar dysturin, sum Føroyar vinna.
Í dag er frídagur í Chennai.
Enn er ikki greitt, hvørjum Føroyar telva ímóti í sjeynda umfari fríggjadagin.
Armenia á odda
Armenia vann í gjár toppdystin á B-liðnum hjá India 2½-1½, og er nú einasta lið við fullum stigatali - 12 dystarstig eftir seks umfør.
Favorittliðið USA hevur nú otað seg fram á annaðplássið eftir tepran sigur á Iran í gjár. Caruana tryggjaði USA sigurin á 1. borði, hinir telvaðu allir javnt. USA er einasta lið, sum hevur 11 stig. Í hølunum á USA er ein riðil av londum, sum hava 10 stig - m.a. øll trý liðini, sum vertslandið India hevur í almennu kappingini.
Fríggjadagin verður uttan iva toppdystur millum Armenia og USA. Tá verður spennandi at síggja, um stórtelvarin Levon Aronian, ið júst hevur skift sín armenska tjóðskap um við tann amerikanska, verður við - ella hann ber seg undan júst hesum dysti.
Ellivu umfør eru í alt, kappingin endar týsdagin.