Ongi úrslit

Føroyar vóru tvey mál frá einum EM-plássi

Nú EM 22-undankappingin er liðug, er greitt, at tað restaðu bert tvey mál í, at Føroyar vann seg víðari til EM-endaspælið. Høvdu Føroyar vunnið heimadystin móti Ukraina, har endaliga úrsltitið gjørdist 25-26, so var tað Føroyar - og ikki Ukraina, sum fór víðari

Sigurjón Einarsson
4. mai 2021 kl. 15:23

Tá Sonni Larsen bað føroyska hondbóltslandsliðnum farvæl sunnkvøldið segði hann, at hann ivaðist ikki í, at føroyska landsliðið, um ikki so nógv ár, fer at vinna seg fram millum tey 24, sum fara at taka lut til eitt endaspæli, men nú, tá Evropeiska Hondbóltssambandið hevur gjørt endaligu støðuna upp, so er greitt, at tað var nær við at vinna sær luttøku til EM-endaspælið.

EHF hevur nú gjørt støðuna upp fyri teir átta bólkarnar í EM 22-undankappingini, har liðini, sum endaðu nummar eitt og tvey hava vunnið seg til endaspælið, umframt fýra teir bestu trýararnir, so er Ukraina eitt av liðunum, sum kom víðari sum trýari. Ukraina fekk fimm stig, harav fýra vóru móti Føroyum og eitt móti Russlandi.

Í uppgerðini telja stigini móti liðunum, sum endaðu nummar fýra ikki við, og tí kom Ukraina sostatt víðari uppá tað eina stigið, ið teir vunnu móti Russlandi. Høvdu Føroyar vunnið heimadystin móti Ukraina, so var Føroyar komið víðari uppá tey tvey stigini, sum Føroyar fekk móti Kekkia.

Fýra lið flyta niður og skulu leika eina undan-undankapping. Hesi eru Belgia, Finnland, Turkaland og Lettland.

Endaliða støðan í bólkunum sæst her:

Standings (eurohandball.com)

Kelda: Ári Rouch/Hondbóltssamband Føroya

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

Í gjár kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

Í gjár kl. 22:21

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49