Klokkan 18 verður fyrsta bríksl í U-21 landsdystinum millum Føroyar og Andorra. Hetta er fyrsti dysturin í nýggjari EM undankapping, og hetta er fyrsti dysturin, at Eyðun Klakstein er venjari hjá U-21 landsliðnum.
Tølini siga, at Føroyar hava ongantíð vunnið og ongantíð tapt U-21 landsdyst í Klaksvík. Tvær ferðir áður hevur U-21 landsliðið átt heimavøll í Klaksvík, og báðu ferðirnar er tað endað javnt.
7. oktober í 2021 var Norðurmakedonia mótstøðuliðið, og tá skoraði Andrass Johansen føroyska málið í 1-1 javnleikinum.
7. juni í fjør var Serbia mótstøðuliðið, og tá var úrslitið eisini 1-1. Føroyskur málskjútti var Jørgen Nielsen.
Í tveimum teimum seinastu EM undankappingunum hava Føroyar spælt 20 dystir. Fimm eru endaðir við føroyskum sigri – tríggir á heimavølli og tveir á útivølli – fýra ferðir er tað endað javnt, og 11 ferðir eru føroyingarnir farnir av vøllinum uttan úrtøku.
Bara í einum føri fýra tey undanfarnu árini var talan um óvæntað stót skrædl. Tað var, tá ið Føroyar 10. september í 2019 taptu 7-1 á útivølli ímóti Norðurmakedonia. Ta ferðina var tað Jákup B. Andreasen, sum nú er á A-landsliðnum, sum skoraði føroyska málið við brotssparki.
Umframt 1-1 í Klaksvík ímóti Serbia fyri einum ári síðani, so megnaðu Føroyar 1-1 á Tórsvølli ímóti Fraklandi 6. september í 2021. Ta ferðina var tað Steffan A. Løkin, sum skoraði føroyska málið.
Dysturin í dag verður tann fyrsti ímóti Andorra, tá ið tað snýr seg um U-21 landslið. Føroyar hava fimm ferðir hitt Andorra í A-landsdystum. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hava Føroyar vunnið. Tveir teir fyrstu dystirnir endaði málleysir.
U-21 landsdystir 2019 - 2022
07 06 22 | Føroyar – Serbia | Klaksvík | 1-1 | Jørgen Nielsen |
01 06 22 | Føroyar – Ukraina | Tórsvøllur | 0-4 | |
29 03 22 | Norðurmakedonia – Føroyar | Skopje | 0-1 | Stefan Radosavljevic |
24 03 22 | Frakland – Føroyar | Calais | 2-0 | |
12 11 21 | Serbia – Føroyar | Novi Sad | 0-0 | |
12 10 21 | Ukraina – Føroyar | Zaporizhzhya | 1-0 | |
07 10 21 | Føroyar – Norðurmakedonia | Klaksvík | 1-1 | Andrass Johansen |
06 09 21 | Føroyar – Frakland | Tórsvøllur | 1-1 | Steffan A. Løkin |
02 09 21 | Armenia – Føroyar | Yerevan | 2-0 | |
08 06 21 | Føroyar – Armenia | Toftir | 2-0 | Jonn Johannesen (2) |
17 11 20 | Kasakstan – Føroyar | Shymkent | 2-3 | Stefan Radosavljevic, Petur Knudsen, Jonn Johannesen |
12 11 20 | Spania – Føroyar | Marbella | 2-0 | |
13 10 20 | Føroyar – Montenegro | Toftir | 1-0 | Stefan Radosavljevic |
08 10 20 | Føroyar – Spania | Tórsvøllur | 0-2 | |
08 09 20 | Føroyar – Norðurmakedonia | Tórsvøllur | 1-2 | Petur Knudsen |
02 09 20 | Føroyar – Ísrael | Toftir | 3-1 | Mads Mikkelsen, Stefan Radosavljevic, Petur Knudsen |
15 10 19 | Ísrael – Føroyar | Petah-Tikva | 3-1 | Hugin Samuelsen |
10 09 19 | Norðurmakedonia – Føroyar | Skopje | 7-1 | Jákup B. Andreasen |
06 09 19 | Montenegro – Føroyar | Niksic | 3-0 | |
06 06 19 | Føroyar – Kasakstan | Toftir | 1-3 | Stefan Radosavljevic |