Tað verður Fríði Mohr Jacobsen av Toftum, ið skal umboða Føroyar í eEURO 2024 undankappingini (Mynd: Hans Erik Danielsen)
Føroyar við í evropeiskari e-kapping í fótbólti
Tað verður Fríði Mohr Jacobsen av Toftum, ið skal umboða Føroyar í eEURO 2024 undankappingini
Fríðmundur Nattestad
20. februar 2024 kl. 17:00
Tíðindaskriv frá FSF:
Við trimum sannførandi sigrum gjørdist Fríði Mohr Jacobsen av Toftum stóri sigursharrin, tá kappast varð um, hvør skal umboða Føroyar í eEURO 2024 undankappingini.
Spælt var í EA FC24, og tá avtornaði endaði Fríði Mohr Jacobsen fremstur við fullum stigatali.
Og nú er greitt, at í EM-undankappingini eru Føroyar í bólk G, saman við Belgia, Svøríki, Finnlandi, Ukraina, Norðurírlandi, Wales og Kosovo. Dystirnir verða spældir 16. og 17. mars.
51 evropeisk lond taka lut í undankappingini. Nummar 1 í hvørjum bólki, umframt vertslandið, fara víðari til sjálvt EM-endaspælið, sum verður í Týsklandi í summar.