Føroyar taptu fyri áttandu ferð á rað

Aftur í kvøld gekk tað illa at fáa nyttu úr málmøguleikum, tá ið Føroyar taptu 2-0 ímóti Malta

Myndir: Maltesiska fótbóltssambandið
Jóannes Hansen
22. februar 2024 kl. 21:32

Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti spældi í kvøld vinardyst á útivølli ímóti Malta. Úrsltið var 2-0 til heimaliðið eftir málleysan fyrra hálvleik.

Síðani 1-0 tapið á útivølli ímóti Aserbadjan í Nations League 5. desember hevði landsliðsvenjarin Signe Pries Andersen broytt liðið soleiðis, at spælskipanin nú var 3-4-3, og tríggjar skiftingar vóru millum tær fyrstu ellivu. Nýggjan á liðnum vóru Durita Hummeland, Tóra Højgaard Mohr og Ásla Johannesen, sum ikki var tøk í desember. Tær, sum vóru skiftar út og nú sótu á beinkinum, vóru Malena Olsen, Mona Rasmusardóttir og Jensa Tórolvsdóttir, sum allar vórðu skiftar inn í 2. hálvleiki.

Hetta var áttanda ferðin á rað, at føroysku kvinnurnar fóru av vøllinum uttan at hava vunnið ella megnað javnleik. Tølini siga, at stóri trupulleikin er, at tað gongur so illa at skora mál. Samlaði málmunurin í hesum átta dystunum er 2-19.

Hóast tær sjálvsagt ikki eru í dystarvenjing, so vóru føroysku kvinnurnar størsta partin av tíðini væl við í spælinum. Og bæði dygst undan steðginum og stutt eftir steðgin spældi føroyska liðið seg til upplagdar málmøguleikar, uttan at tað eydnaðist at fáa bóltin inn um strikuna.

Og so gekk tað soleiðis, sum tað ofta ger, tá ið málmøguleikar ikki verða umsettir til mál.

Eftir fýra minuttum tíðliga í seinna hálvleiki skoraði Malta tvey mál. Í báðum førunum stóðust støðurnar, tá ið føroyska liðið var á veg í álop, og mótstøðuliðið fekk fatur á bóltinum, tá ið føroyska liðið ikki var í verjujavnvág.

Í fyrra førinum var tað eftir renning fram úr vinstru og sending eitt vet í høgru til Alishiu Sultana, sum sendi bóltin dygst inn við nærra stólpa, og í seinna førinum var tað Haley Bugeja, sum rann frá verjuni og lobbaði bóltin omanfyri Óluvu Allansdóttir Joensen, tá ið hon kendi seg noydda at fara fram ímóti mótstøðuspælaranum.

Ein annar vinardystur er á skránni á hesi ferðini. Hann verður sunnudagin 25. februar, tá ið Albania verður mótstøðuliðið.

 

Malta – Føroyar 2-0 (0-0)

1-0: Alishia Sultana 55.

2-0: Haley Bugeja 59.

Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen – Birita Ryan, Durita Hummeland (Jensa Tórolvsdóttir, 77.), Tórunn Højgaard Joensen – Ásla Johannesen (Mona Rasmusdóttir, 66.), Sunniva Willemoes, Sára Samson Lamhauge, Rúna Jacobsen (Fridrikka Clementsen, 67.) – Eyðvør Klakstein, Tóra Mohr (Malena Olsen, 46.), Heidi Sevdal (Rebekka Fjalsá Benbakoura, 67.)

Á beinkinum: Valborg Østerø, Eyðgerð Mikkelsen, Ása Stórá Carlsen, Mirjam Huneck, Margunn Lindholm, Maria Johansen og Sára á Líðarenda

Venjari: Signe Pries Andersen