Føroyar syrgdu fyri heimssensatión
Tað endaði 26 – 26 ímóti norsku stórfavorittunum
Jóannes Hansen
13. januar 2024 kl. 21:14
Ein tann størsta sensatiónin í hondbólti og altjóða ítrótti yvirhøvur.
Við brotskasti, tá ið tíðin var farin javnaði Elias Ellefsen á Skipagøtu við brotskasti, og so endaði tað 26 – 26.
Føroyska legan stórfegnast, og norðmenn standa sum slignir á nevnið.
Við framúr avrikið í 57 minuttir og so heilt óvanligum endaspurti í tríggjar minuttir, eydnaðist tað Føroyum at javna til 26 – 26. Tá ið tað restaðu tríggir minuttir, var Norra frammanfyri 26 – 23.
At tað eydnaðist at vinna eitt stig ímóti Norra í kvøld ber við sær, at Føroyar mánakvøldið hava møguleika at vinna seg í miðumfarið. Soleiðis verður tað, um Føroyar vinna ímóti Póllandi, og um Slovenia vinnur við fleiri enn trimum málum ímóti Norra.