So er tað greitt, hvørji mótstøðuliðini hjá Føroyum vera, tá ið U-21 hondbóltsmenninir fara at luttaka í HM endaspælinum. Kappingin verður í døgunum 20. juni og fram til 2. juli. Lutakast var seinnapartin, og tað lagaði seg soleiðis, at Føroyar skulu spæla í bólki D.
Grikkaland og Týskland eru vertir, og týski býurin Magdeburg verður vertur fyri bólki D. Umframt Føroyar eru í bólkinum Spania, Japan og Angola. Japan vann asiatiska U21-endaspælið, og Angola bleiv nummar fýra í afrikanska U21-endaspælinum.
Spania telist millum bestu hondbóltstjóðirnar av øllum, og tá ið havt verður í huga, at Spania í fjør vann U20 EM endaspælið, sum var í Portugal, so er tað upplagt at rokna Spania at vera favoritt at vinna bólkin. Tá ið havt verður í huga, hvussu væl føroysku landsliðini hava avrikað seinastu tíðina, so eiga Føroyar at hava møguleika fyri góðum úrsliti ímóti bæði Japan og Angola.
Bólkarnir:
Bólkur A: Frakland, Pólland, Kroatia, USA
Bólkur B: Algeria, Týskland, Tunesia, Kosta Rika
Bólkur C: Portugal, Brasil, Kuveit, Libanon
Bólkur D: Spania, Føroyar, Japan, Angola
Bólkur E: Ungarn, Denmark, Argentina, Vinnarin úr Oceania
Bólkur F: Svøríki, Slovenia, Bahrain, IHF Trophy vinnarin
Bólkur G: Serbia, Ísland, Kili, Marokko
Bólkur H: Egyptaland, Grikkaland, Kuba, Saudi Arabia