Føroyar sita við Svartaperi

Hondbóltur U-20 EM: Tap ímóti Spania ber við sær, at Føroyar ikki sleppa upp í part í HM endaspælinum

Myndir: HSF
Hondbóltssamband Føroya
13. juli 2024 kl. 18:34

Hóast okkara góvu alt teir høvdu móti Spania, so rakk tað ikki, og Føroyar taptu 36-30, eftir hálvleiksstøðuna 18-16 til Spania. Við nýggja EM-kappingarleistinum røkkur hetta ikki til eitt topp 16 og HM-pláss, hóast Føroyar vóru betri enn fleiri aðrir 3´arar í bólkaspælinum.

Føroyar høvdu knívin á barkanum undan torføra dystinum móti verandi EM- og HM-meistarunum. Føroyar skuldu hava stig, um Føroyar skuldu koma í topp 16 og harvið vinna sær HM-pláss í 2025. Føroyar byrjaðu eisini væl og vóru frammanfyri eftir 5 minuttir. Okkara stríddust væl í verjuni, men var tað ógvuliga trupult at steðga nýklakta Champions League vinnaranum Petar Cikusa Jelicic úr Barcelona. Føroya spældu fyri tað mesta væl í álopinum, har serliga strikuspælið eydnaðist væl við Ísak Vedelsbøl á 7 málum í fyrra hálvleiki. Tað var tó eitt skot fyri bógvin, tá Tóki Fríðriksson sá reytt eftir 16 minuttir, tá hann av óvart rakti ein spanska leikara í andlitið. Føroyska liðið gjørdi heldur nógvar tekniskar villur, 8 í tali, í fyrra hálvleiki, og hetta revsaðu spaniólar. Spania var fyri tað mest frammanfyri við einum ella tveimum tað sum var eftir av hálvleikinum. Torstein Sivertsen kom í føroyska málið stutt fyri hálvleik, og hevði hann 4 góðar bjargingar beinanvegin. Hetta við til at halda Føroyum inni í dystinum. Liðini fóru til hálvleiks við Spania frammanfyri 18-16.

Føroyar byrjaðu illa í seinna hálvleki, har ov nógv mistøk vóru gjørd. Spaniólar vóru eirindaleysir hesa løtuna og struku avstað. Okkara brendu ov nógvar kjansir og var somuleiðis talið av tekniskum villum stóri munurin á liðunum í dag. Føroyar gjørdu 12, meðan spaniólar bert gjørdu tríggjar. Dysturin endaði 36-30 til Spania, og var hóast alt talan um eitt heiðurligt tap fyri Europa- og heimsmeistarunum.

Eftir dystin var Ísak Vedelsbøl kosin besti leikari hjá Føroyum. Ísak var heilt framúr í dag og gjørdi 11 mál uppá 11 royndir. Við úrslitinum í dag koma Føroyar at spæla um plássini 17 til 24 í kappingini. Sostatt rukku Føroyar ikki einum HM-plássið í 2025. Hepni hevur ikki verið við Føroyum í lutakastinum, har okkara endaðu í einum sera sterkum bólki. Hartil var nýggi kappingarleisturin ikki til føroyskan fyrimuns. Hóast Føroyar vóru millum 4 teir bestu 3´ararnar, so komu okkara ikki í topp 16, tí kappingarleisturin var soleiðis skipaður, at tað vóru tveir teir bestu 3´ararnir úr bólkunum ABC fyri seg og so DEF fyri seg. Her sótu Føroyar við svartperi, tá trý´ararnir úr bólkunum A og B vóru betri enn vit. Næsti dystur hjá Føroyum verður mándagin. Dystarskráin fyri komandi dystirnar kemur út seinni í kvøld. Allir dystir kunnu stroymast her: Start | handball-globe.tv

Dystarskrá, úrslit o.a. frá U20 EM-endaspælinum síggjast her: M20 EHF EURO 2024 Slovenia (eurohandball.com)

Dystargongdin Spania – Føroyar

5 min. 3-4

10 min. 6-6

15. min. 10-8

20 min. 12-12

25 min. 15-14

30 min. 18-16

35 min. 22-18

40 min. 26-21

45 min. 29-22

50 min. 31-24

55 min. 33-26

60 min. 36-30

Málskjúttar hjá Føroyum:

Óli Mittún 11 (4)

Ísak Vedelsbøl 11

Helgi Poulsen 2

Roi Seyer Hjaltason 2

Niklas Gaard 1

Óla Jákup Gaard Olsen 1

Rókur Ziskason 1

Høgni Heinason 1

Málverjar:

Aleksandar Lacok 35 min., 5 bjargingar bjargingar, 19 %

Torstein Sivertsen 25 min., 6 bjargingar, 28%