Føroyar settu Saudiarabia upp á pláss

Hondbóltur HM U-19 menn: Við øgiliga sannførandi sigri – 41-23 – vunnu Føroyar seg seinnapartin í fjórðingsfinaluna

Myndir: Hondbóltssamband Føroya
Jóannes Hansen
8. august 2023 kl. 17:32

Hava Føroyar nakran møguleika í nøkrum sum helst ímóti arabiska risanum Saudiarabia.

Svarðið valdast sjálvandi, hvat tað verður sipað til.

At Føroyar eru nógv betri í hondbólti varð staðfest nú seinnapartin, tá ið Føroyar og Saudiarabia hittust í HM fyri U-19 landslið fyri menn. Kappingin er í Kroatia, og í síðsta dystinum í miðumfarinum var dagsskráin, um tað fór at verða Saudiarabia ella Føroyar, sum fóru at vinna seg í fjórðingsfinaluna.

Og tað var absolut eingin ivi um úrslitið. Føroysku unglingarnir vundu burturúr saudiarabisku mótstøðumonnunum. Hálvleiksstøðan var 22 – 11, og úrslitið sigur, at føroyska liðið ikki helmaði í.

Tá ið 45 minuttir vóru farnir, var støðan 30 – 15. Sjálvandi høvdu føroyingar kolapsið seinastu løtuna ímóti Iran í huga. Men leiðslan var so stór og sannførandi, at tað bar til hjá teimum at royna seg, sum annars ikki hava verið so nógv á vøllinum, og síðstu stóru løtuna bar tað til hjá Óla Mittún og Ísak Vedelsbøl at sita á beinkinum og hvíla seg.

Verjuspælið var dygt, og tað bar við sær góðar fyritreytir hjá málverjanum. Í álopsspælinum vóru føroyingarnir konsekvent sjey ímóti seks, og tí megnaðu teir úr Saudiarabia ongantíð at byrgja uppfyri.

Dagsins maður varð Jákup Egholm kosin at vera. Hann hevði átta royndir ímóti málinum, og hann skoraði átta mál.

Toppskjútti hjá Føroyar var verjuskansin og strikuspælarin Ísak Vedelsbøl, sum í 11 royndum skoraði 9 mál.

Klokkan 18 spæla Týskland og Iran um, hvat av hesum báðum fer at vinna seg í fjórðingsfinaluna saman við Føroyum.

Føroyar – Saudiarabia 41 – 23 (22 – 11)

Føroyar

Aleksandar Sasha Lacok

Leivur Joensen

Ísak Vedelsbøl 9/11

Jákup Egholm 8/8

Trúgvi Hávardsson 4/4

Óla Jákup Gaard Olsen 4/6

Óli Mittún 4/8

Rókur Ziskason 3/3

Sofus í Selvindi Nattestad 3/4

Tóki Fríðriksson 2/3

Rói Hjaltason Seyer 2/4

Niklas Gaard 1/1

Høgni Højsted 1/1

Búi D. Poulsen

Tróndur Johnsson

5.min: 3-2
10 min: 7-2
15 min: 10-5
20 min: 14-7
25 min: 18-10
30 min: 22-11
35 min: 25-12
40 min: 30-13
45 min: 32-16
50 min: 34-19
55 min: 30-28
60 min: 41-23