Tað endaði 32 – 29 til Slovenia í fyrsta dystinum hjá Føroyum í EM endaspælinum í Berlin. Eftir fyrra hálvleik stóð á jøvnum 13-13. Hákun West av Teigum varð kosin at vera besti maður á vøllinum. Hann skoraði 9 mál í 10 royndum.
Kring vøllin var eingin ivi um, hvør var omaná. Føroysku áskoðararnir settu av álvara dám á, og teir hildu ongantíð uppat, hóast tað sum 2. hálvleikur leið kendist, at tað ikki fór at enda við føroyskum stigi.
Tíðliga í seinna hálvleiki vóru Føroyar frammanfyri við tveimum málum, men so koppaði tað Slovenia til fyrimunar. Álopsspælið hjá Slovenia varð ov lætt, og teir høvdu tað ov lætt við at renna ígjøgnum verjuna, og so var føroyski málverjin prísgivin.
Aleks Vlah og serliga Miha Zarabec vóru sera boysnir fyri føroysku verjuna. Teir vóru toppskjúttar við ávikavíst 8 og 7 málum.
At Teis Horn Rasmussen longu í 1. hálvleiki tvær ferðir varð vístur av vølli bar við sær, at tað ikki bar til at hava hann og Peter Krog í miðverjuni, og tað kostaði í verjupartinum.
Elias Ellefsen á Skipagøtu var annar av føroysku toppskjúttunum við 9 málum. Tað var serliga við brotskøstum, at hann var tryggur. Hann nýtti 15 royndir at vinna 9 mál, og tað sigur, at hann tók stóra og kanska ov stóra ábyrgd á seg.
Skilagóði viðmerkjarin hjá KvF Ingi Olsen undraðist yvir, at Óli Mittún, sum var væl upplagdur, ikki hevði størri leiklut sum spælskipari, sum kundi spæla upp til Elias.
-Vit eru øgiliga vónbrotnir, tí vit høvdu ætlað okkum meiri. Tað var gott at vera við, men marginalirnir vóru ikki við okkum. Vit taptu við trimum málum, og vit kenna tað soleiðis, at vit kundu vunnið eitt og kanska bæði stigini, sigur Teis Horn Rasmussen í samrøðu við Kringvarpið. Hann var søguligur á tann hátt, at hann var fyrsti føroyski málskjútti í EM endaspæli, og so var hann eisini fyrsti føroyski spælarin, sum varð útvístyur í EM endaspæli.
Slovenia - Føroyar 32-29 (13-13)
Føroyar
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9
Hákun West av Teigum 9
Teis Horn Rasmussen 3
Vilhlem Poulsen 2
Tróndur Mikkelsen 2
Óli Mittún 2
Leivur Mortensen 1
Rói Berg Hansen 1
Pætur Mikkjalsson
Kjartan Johansen
Jónas Gunnarsson Djurhuus
Peter Krogh
Ísak Vedelsbøl
Málverjar
Pauli Jacobsen 9/32 28,13 prosent
Nicholas Satchwell 1/8 12,5 prosent