Føroyar og Russland hava í dag gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2024. Talan var um talgildan fund, tað boðar Fiskimálaráðið frá beint nú.
Úrslitið av samráðingunum er, at føroysku kvoturnar av toski og hýsu í russiska partinum av Barentshavinum eru lækkaðar samsvarandi umsitingarætlanini fyri stovnarnar.
Hetta merkir, at toskakvotan minkar 20 prosent og hýsukvotan minkar 18 prosent. Føroyska kvotan av flatfiski og rækjukvotan verða óbroyttar.
Í føroyskum sjógvi lækka russisku kvoturnar av makreli og sild í samsvari við lækkingarnar, sum ICES hevur mælt til fyri 2024. Talan er um 23,7 prosent lækking fyri norðhavssild og 5,5 prosent lækking fyri makrel. Svartkjafturin hækkar 3.000 tons, sum er ein nakað minni hækking enn tilmælini frá ICES um svartkjaftastovnin.
Føroysku kvoturnar í russiskum sjógvi í 2024 verða hesar: Toskur 9.766 tons, hýsa 1.047 tons, flatfiskur 900 tons og rækjur 4.000 tons.
Russisku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2024 verða hesar: Svartkjaftur 75.000 tons, makrelur 12.291 tons og sild 6.485, íroknað møguliga hjáveiðu.
Russisk skip fáa í 2024 atgongd til føroyskan sjógv at fiska í mesta lagi 55.618 tons av svartkjaftakvotuni, sum russisk skip hava í altjóða sjógvi.
Eitt øki, sum hevur verið umstrítt er felagsøki ímillum Bretland og Føroyar. Tað hevur havt stóran týdning fyri Russisku skipini, men bretar hava gjørt greitt, at teir vilja ikki síggja russisk skip í felagsøkinum. Teir hava eisini boðað frá, at skulu vit varðveita góða samstarvið ímillum Føroyar og Bretland, skulu vit ikki lata. russisk skip sleppa hagar at fiska.
Og nú avtalan við Russand er skrivað undir, er tað greitt, at russisk skip sleppa ikki at fiska í serøkinum ímillum Føroyar og Bretland.