Føroyar og Litava fara at spæla um pláss í HM endaspælinum

Fyrri dysturin millum Føroyar og Litava verður í Høllini við Tjarnir miku- ella hósdagin 9./10. apríl

Hondbóltssamband Føroya
15. desember 2024 kl. 14:37

A-landsliðið hjá kvinnum skal møta Litava í HM play-off dystunum í apríl. Vinnarin yvir tveir dystir, ein úti og ein heima, kemur til HM-endaspælið í Niðurlondum og Týsklandi.

Seinnapartin var lutakastið um hvørjum A-landsliðið hjá kvinnuum skal møta í seinasta umfari av HM-undankappingini. Føroyar trektu Litava, sum ikki vunnu seg til verandi EM-endaspæl. Litava hava spælt undankapping til hetta HM play-off umfarið, har tær vunnu bólkin móti Grikkalandi og Stóra Bretlandi. Fyrri dysturin millum Føroyar og Litava verður í Høllini við Tjarnir miku- ella hósdagin 9./10. apríl. Seinni dysturin verður í Litava leygar- ella sunnudagin 12./13. apríl.

Samlaði vinnarin yvir teir tveir dystirnar kemur í HM-endaspælið, sum verður leikt í Niðurlondum og Týsklandi í desember 2025.

Samlaða lutakastið sær soleiðis út:

Sveis – Slovakia

Italia – Rumenia

Pólland – Norðurmakedonia

Svøríki – Kosovo

Slovenia – Serbia

Portugal – Montenegro

Føroyar – Litava

Kekkia – Ukraina

Kroatia – Spania

Eysturríki – Turkaland

Ísland – Ísrael

Harumframt luttaka í HM-endaspælinum úr Europa, vertslondini Niðurlond og Týsklandi, og verandi HM-vinnarar Frakland. Hartil ovastu trý londini úr EM-endaspælinum, Ungarn, Danmark og Noreg.