Korona: Føroyar nummar eitt í Evropa

Á hagtalsstovninum Statista eru Føroyar í dag vorðnar nummar eitt í Evropa, tá talan kemur til flest nýggj smittað við koronu per 100.000 íbúgvar seinastu sjey dagarnar

Sigurjón Einarsson
29. oktober 2021 kl. 14:49

Tað er ikki ofta, at vit í Føroyum kunnu reypa okkum av, at vit eru nummar eitt í nøkrum, men nú hava vit fingið tann ivasama heiður, at vit eru nummar eitt í Evropa, tá tað kemur til nýggj smittað við koronu per 100.000 íbúgvar seinastu sjey dagarnar – hóast tað neyvan er nakað at reypa um.

Men í dag, 29. oktober 2021, skrivar hagtalsstovnurin Statista, at Føroyar eru vorðnar nummar eitt í Evropa við 951,6 nýggjum smittutilburðum, tá talan kemur til flest nýggj smittað við koronu per 100.000 íbúgvar seinastu sjey dagarnar.

Undir koronafarsóttini er eitt títtleikatal brúkt, sum er talið av nýggj smittað per 100.000 íbúgvar seinastu sjey dagarnar.

Og verður hugt eftir londum við flest nýggj smittað við koronu seinastu sjey dagarnar í Evropa, so eru Føroyar í dag komið upp á eitt fyrsta pláss við 951,6 nýggjum smittutilburðum seinastu sjey dagarnar.

Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og phd-lesandi, er ørkymlaður um støðuna í løtuni.

– Eg eri ikki vísur í, um eg vil kalla hetta eina kreppu í løtuni, men tað er ein møgulig kreppa. Støðan er hættislig. Men heldur hesin vøksturin fram, so verður talan um eina kreppu, tí eg haldi ikki, at okkara heilsuverk kann fylgja við, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen.

Á heimsstigi eru meira enn 246 milliónir fólk smittað við koronu í løtuni. Talið av fólkum, sum eru deyð við koronu er meira enn 4,9 milliónir á heimsstøði.

Londini, ið hava flest smittað við koronu í løtuni eru USA, Brasil, India, Turkaland og Russland.

Statista er eitt týskt felag, ið hevur serkunnleika innan marknaðar- og brúkaratøl. Statista hevur meira enn eina millión hagtøl um meira enn 80.000 evni frá meira enn 22.500 keldum og 170 ymiskum vinnugreinum. Felagið hevur ein umsetning á umleið 446,34 milliónir krónur um árið.