Liðið, ið byrjaði dystin ímóti Danmark í farnu viku (Mynd: Hans Erik Danielsen)
Føroyar nummar 133 á FIFA styrkilistanum
Føroyska landsliðið hevur tikið seg tvey pláss fram á nýggja listanum
Fríðmundur Nattestad
4. apríl 2024 kl. 15:45
Altjóða fótbóltssambandið, FIFA, hevur í dag kunngjørt nýggja styrkilistan fyri landslið. Føroyar eru nummar 133 av 210 londum.
Føroyska landsliðið hevur tikið seg tvey pláss fram samanborið við undanfarna styrkilista, og hevur yvirhálað Nikaragua og Malaisia.
Í mars mánað spældi Føroyar tveir landsdystir. Fyrst kom ein góður 4-0 sigur á Liktinstein til høldar, áðrenn føroysku mennirnir løgdu rygg til eitt 2-0 tap ímóti Danmark á Brøndby Stadion.
Liktinstein er á 202. plássi á nýggja styrkilistanum, meðan Danmark er á 21. plássi.
Á fremsta plássi liggja heimsmeistararnir úr Argentina.