Føroyar møta Eysturríki á Hálsi í kvøld
Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti skal í kvøld spæla EM-undankappingardyst á heimavølli
Jákup Bogi Joensen
2. mars 2022 kl. 10:45
Dysturin er móti Eysturríki og verður leiktur í Høllini á Hálsi í Havn.
Føroyar eru í bólki B saman saman við Eysturríki, Danmark og Rumenia.
Føroyska liðið hevur higartil spælt tveir dystir. Móti Rumenia var talan um heiðurligt tap á útivølli, men í heimadystinum móti Danmark var talan um stórtap. Dysturin í kvøld er tann fyrsti í hesum árinum, og hann byrjar klokkan 19.00. Sjónvarpið sendir dystin beinleiðis.
Seinni dysturin millum Føroyar og Eysturríki verður á útivølli í Eysturríki leygardagin.