Í kvøld klokkan 19 spælir manslandsliðið hjá Føroyum EM-undankappingardyst á útivølli ímóti Belgia, sum er styrkismett nr. 14 í Evropa.
Og tað er vorðið sum risar, belgiarar kunnu manna sítt lið við. Á 24-manna-listanum, sum liggur á heimasíðuni hjá evropeisku flogbóltssamgonguni, CEV, eru ikki færri enn 10 mans, sum eru tveir metrar og meira. Tað gevur eina meðalhædd upp á 202,2 cm! Tann eini leikarin er 205 cm langur.
Til samanberingar er meðalhæddin á teimum 12 føroysku leikarunum 188,8 cm.
Nýggj byrjan
Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar luttaka í undankappingini um evropameistaraheitið fyri A-landslið, og tí er vónleyst at spáa um, hvussu fer at hilnast, men eitt vita vit: Mótstøðan verður dygg!
Føroyski landsliðsvenjarin, Jens Bang, er eisini greiður yvir, at talan kann gerast um rættiligan avsmurning:
- Vit møta einum toppliði í Evropa, og hetta gerst ein uppliving fyri føroysku leikararnar. Vit hava ikki serligan góðan møguleika at vinna, men vilja sjálvandi gera tað so gott, sum gjørligt. Týdningarmest av øllum er, at hetta er ein nýggj byrjan fyri føroyskan flogbólt, sigur venjarin.
Niðurstøðan var tann sama í 1984, tá Føroyar høvdu luttikið í fyrstu kappingini um norðurlandameistaraheitið og høvdu tapt nógv. Tá skrivaði Dagblaðið: “Kortini er einki at ivast í, at luttøka í tílíkum kappingum er gongda leiðin, um menning skal spyrjast burturúr innan flogbólt í Føroyum”.
Tað var eitt ár fyri fyrstu oyggjaleikirnar í 1985, sum eisini hava ment føroyskan flogbólt nógv. Tað hava smálandakappingarnar eisini, men nú var hildið, at tíðin var búgvin at taka stóra stigið at bjóða teimum bestu í Evropa av.
Leinki til stroyming frá dystinum sæst á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinum á fbf.fo.
Aftrat Føroyum og Belgia er eisini Estland í bólkinum. Bólkavinnarin fer saman við fimm teimum bestu tvey’arunum beinleiðis til EM-endaspælið næsta ár.
Føroyar spæla á heimavølli ímóti Estlandi 10. august og ímóti Belgia 21. august. Útidysturin ímóti Estlandi er 13. august.