Føroyar mistu alt á gólvið ímóti Íslandi

EM undankapping kvinnur: Eftir fínan 1. hálvleik og føroyska leiðslu endaði tað við trivaligum tapi ímóti Íslandi

Jóannes Hansen
15. oktober 2023 kl. 17:01

Ætlanin var, at tað hesa ferð fór at eydnast at vinna ímóti Íslandi. Eftir fyrra hálvleik sá tað gott út, men tað endaði við 28-23 sigri til íslendsku kvinnurnar.

Hálvleiksstøðan var 12-11 til Føroyar, og serliga var tað gongdin fram ímóti steðginum, sum var sera hugalig. Elsa Egholm legði Føroyar á odda 1-0, men í 8. minutti var 4-1 til Ísland, sum í 12. minutti var frammanfyri 7-4.

So ressaðist føroyska liðið av álvara við. Jana Mittún minkaði um munin til 7-6, í 18. minutti javnaði hon til  7-7, og minuttin seinni var tað Maria Pálsdóttir Nólsoy, sum legði Føroyar á odda 8-7.

Seks minuttir undan steðginum var Ísland frammanfyri 10-8 men so svaraðu Føroyar aftur. Føroyar skoraðu trý mál á rað, og tað kendist heilt hugaligt og spennandi, tá ið dómararnir bríkslaðu fyri hálvleiki, og Turið Arge Samuelsen dygst undan steðginum legði Føroyar á odda 12-11.

Inntil 43 minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki var spenningurin varðveittur. So økti Ísland um munin til trý mál. Føroysku spælararnir misnýttu fleiri ferðir úr spískum, og føroyska verjuspælið var sum seinni hálvleikur leið ikki tað sama, sum tað var í fyrra hálvleiki.

Heilt stóri munurin var tað, at íslendski málverjin var so stinnur. Jóna Þorsteinsdóttir bjargaði 15 føroyskum málroyndum, meðan føroysku málverjarnir bjargaðu fimm íslendskum royndum.

 

Føroyar – Ísland 23 – 28 (12-11)

EM undankappingardystur

Føroyar : Annika Fríðheim Petersen, Lukka Arge 1, Maria Pálsdóttir Nólsoy 2, Rakul S. Wardum, Elsa Egholm 5, Brynhild Pálsdóttir 1, Bjarta Osberg Johansen, Rannvá Olsen, Natasja Anjudóttir Hammer 1, Brynja Höj, Pernille Brandenborg, Björk Franksdóttir Joensen, Lív Sveinbjörnsdóttir Poulsen 1, Turid Arge Samulsen 4, Jana Mittún 7, Guðrið Á Borg 1