Í Føroyum flytur fimti hvør í hvørjum ættarliði uttanlands og kemur ikki heimaftur. Í Íslandi er tað tíggjundi hvør. Meðan búfestið er batnað í Íslandi frá eldru til yngru ættarliðini, stendur búfestið meira ella minni í stað í Føroyum.
Hagstova Føroya kunngjørdi fyrr í ár nýggj hagtøl um búfesti. Nú hevur Hagstova Føroya samstarvað við íslendsku hagstovuna, Hagstofa Íslands, um gera upp búfestið hjá ættarliðum í Íslandi, soleiðis at nú ber til at samanbera føroyska og íslendska búfestið.
Búfestið lýsir, hvussu stórur partur av einum árgangi framvegis býr í landinum. Tað er gjørt við at fylgja neyvt teimum persónunum í árgangunum, sum búðu í landinum, tá ið teir vóru ein ávísan aldur og fram til í dag. Les meira um hugtakið niðast í greinini.
Munandi færri í tjúgunum flyta úr Íslandi
Tað er stórur munur á, hvussu nógv í Føroyum og í Íslandi fara uttanlands at búgva. Í Føroyum hevur tað tvørtur um ættarlið verið á leið 40 prosent av hvørjum árgangi, sum flyta uttanlands, tá ið tey eru í tjúguárunum. Umleið helvtin av teimum flyta aftur til Føroya, tá tey eru í tretivuárunum. Tað merkir, at fimti hvør í hvørjum árgangi býr ikki longur í Føroyum.
Í Íslandi er gongdin ein onnur. Tað eru munandi færri, sum í tjúguárunum fara uttanlands at búgva. Fyri árgangirnar, ið eru føddir í 1980unum, vóru tað undir 20 prosent av hvørjum árgangi, sum fóru uttanlands at búgva, tá tey vóru í tjúguárunum. Fyri árgangirnar fødd í 1990unum vóru tað á leið tíggju prosent, sum vóru flutt úr Íslandi. Tað sæst sostatt, at búfestið broytist millum íslendsku ættarliðini.
Samanborið við føroyskar ungdómar í tjúguárunum eru tað í Íslandi munandi færri, sum flyta uttanlands at búgva. Hinvegin eru tað eisini færri av teimum, sum flyta aftur til Íslands at búgva. Endurflytingin er tí munandi størri í Føroyum enn í Íslandi.
Búfestið batnað í Íslandi – í Føroyum ikki flutt seg stórvegis
Í Føroyum er tað á leið fimti hvør í hvørjum ættarliði, sum ikki longur býr í Føroyum, tá ið tey eru í tretivunum. Búfestið hevur ikki flutt seg stórvegis í Føroyum millum ættarliðini.
Í Íslandi var tað millum eldru ættarliðini eisini áleið fimti hvør, sum ikki longur búði í Íslandi, tá ið tey vóru í tretivunum. Hetta er broytt nakað frá eldru ættarliðunum til yngru ættarliðini. Í yngru ættarliðunum er tað umleið tíggjundi hvør, sum ikki longur býr í Íslandi.