Føroyar lata eina hálva millión til íslendingar sum eru komnir illa fyri

Helvtin er frá landsstýrinum og helvtin er frá Reyða Kross

Áki Bertholdsen
26. januar 2024 kl. 16:25

Fyri eina góðari viku hava føroyingar savnað saman pening at lata íslendska Reyða Krossi. Stuðulin verður brúktur til at hjálpa teimum, ið eru komin illa fyri av eldgosinum í Grindavík, har 4.000 fólk hava verið noydd at rýma frá húsi og heimi.

Við góðum stuðli frá privatpersónum og stovnum í Føroyum, hevur Reyði Krossur Føroya savnað 250.000 kr. til endamálið.

Men nú hevur landsstýrið so eisini gjørt av at lata somu upphædd og sostatt verður ein hálv millión nú send til fólkið í Grindavík.