So eydnaðist tað endiliga.
Føroyar vunnu í kvøld sín fyrsta dyst í stóru EM-stevnuni fyri talvlandslið suðuri í Montenegro. Og tað so ruddiliga eisini. 3½-½ vunnu Føroyar á Skotlandi. Vorðið sum, má sigast.
Úrslitið kundi tó lættliga verið eitt annað. Á 1.- og 3. borði breyt í bæði borð. Egilstoft-brøðurnir úr Sandavági vóru báðir í hørðum víggi, og leingi var fryktandi fyri, at tap var í hendi. Men er støðan í talvinum spent og taktiskt lødd sum í dag, dusa vágamenninir sær fimir og ekkaleysir sum fiskurin í sjónum. Og endin var eisini tann, at báðir syftu sínar mótstøðumenn í dýrastu tíðarneyð og í ógreiðum støðum.
Skotski oddamaðurin fór øvugtur í eina einfalda fellu, sum Høgni legði fyri hann, og á triðja borði festi Rógvi í eitt litfagurt fýrverk, tá hann setti mótstøðumannin skák og mát úti á borðinum eftir at hava offrað bæði rók og riddara. Eitt sera flott offurálop – Rógva so líkt.
Høvdu vit, sum fylgdu við á netinum, ampa av Høgna og Rógva, tí tú visti ikki, hvønn veg tað mundi fara hjá teimum, so gav Martin Poulsen okkum afturímóti ein frið í sálina, tí vann sær tíðliga ein lítlan fyrimun, og stútt og stigvíst telvaði hann seg til sigurs uttan stórvegis hóvasták. John Rødgaard stóð eisini væl, eitt lítið vet høgligari, men endin var, at hann mátti sættast við remis.
Føroysku telvararnir gjørdu ein ordans vørr í EM-kappingini í Montenegro í kvøld. Vit vunnu heili 3½ – ½ á Skotlandi. F.v. Høgni Egilstoft Nielsen, Martin Poulsen, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard.
5. umfar (15. november) EM í Budva (Montenegro)
Skotland – Føroyar ½ – 3½
1. IM Andrew Muir 2227 – Høgni Egilstoft Nielsen 2387 0 – 1
2. Graham Morrison 2221 – Martin Poulsen 2291 0 – 1
3. Martin Micthell 2186 – Rógvi Egilstoft 2254 0 – 1
4. Jonathan Grant 2150 – IM John Rødgaard 2281 ½ – ½
Við sigrinum í dag togaðu Føroyar seg fram á 35. plássið. Vit hava Skotland, Finnland og ungdómslandsliðið hjá Montenegro aftanfyri okkum. Og tað verður teimum, ið telvast skal ímóti í sætta umfari fríggjadagin. Í morgin er frídagur í EM-kappingini.
Onnur úrslit í 5. umfari:
Armenia – Týskland 1 – 3
Aserbadsjan – Montenegro 3 – 1
Rumenia – Pólland 3 – 1
Ongland – Grikkaland 2½ – 1½
Italia – Holland 1 – 3
Moldova – Norra 2 – 2
Spania – Svøríki 1½ – 2½
Danmark – Frakland 1½ – 2½
Ísland – Slovenia 0 – 4
Finnland – Kosovo 1½ – 2½
Oddastøðan eftir fimm umfør:
1. Týskland 9 (dystarstig)
2. Serbia 8
3. Rumenia 8
4. Holland 8
5. Ongland 8