Seinnapartin var lutakast um, hvussu europeisku hondbóltstjóðirnar skulu bólkast, nú tær fara undir nýggja EM undankapping.
Lutakastið lagaði seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk 7 saman við Svøríki, Íslandi og Luksemborg.
Hondbóltssamband Føroyar skrivar soleiðis:
Føroyar hava ikki spælt móti Luksemborg áður og fekk Luksemborg einki stig í seinastu undan-undankappingini. Føroyar hava møtt Íslandi 5 ferðir, men hava ongantíð vunnið. Ísland vara vitjan í Føroyum í 2022, tá tveir venjingardystir vóru leiktir. Ísland vann báðar dystirnar við 5 málum. Ísland vann seg ikki í seinasta EM-endaspælið. Føroyar hava leikt tvær ferðir móti Svøríki. Tað var í EM-undankappingini til EM20, tá gjørdist talan um tvey stórtap.
Fyrstu dystirnir í nýggju EM undankappingini vera í oktober.
Bólkarnir:
Bólkur 1: Kroatia, Rumenia, Grikkaland, Bosnia Hersegovina
Bólkur 2: Týskland, Slovakia, Ukraina, Ísrael
Bólkur 3: Holland, Kekkia, Portugal, Finnland
Bólkur 4: Frakland, Slovenia, Italia, Lettland
Bólkur 5: Spania, Norðurmakedonia, Litava, Aserbaijan
Bólkur 6: Montenegro, Serbia, Turkaland, Bulgaria
Bólkur 7: Svøríki, Ísland, Føroyar, Luksemborg
Bólkur 8: Danmark, Pólland, Kosovo
Tvey lið fara víðari úr hvørjum bólkum, umframt 4 teir bestu tríararnir. Tað eru bert stigini móti nr. 1 og 2, sum telja í uppgerðini millum tríararnar. Endaspælið verður í Sveis, Eysturríki og Ungarn.