Føroyar hitta aftur Ukraina

EM hondbóltur: Hinar tjóðirnar í bólki 6 eru Kosovo og Niðurlond

Jóannes Hansen
21. mars 2024 kl. 16:51

So er tað greitt, hvørjum Føroyar fara at spæla ímóti í EM undankappingini, har málið verður at vinna seg í EM endaspælið, sum verður í Danmark, Svøríki og Norra. Áðrenn tað verður komið so langt, so skulu Føroyar spæla um at sleppa í HM endaspælið. Tað verður í mai ímóti Norðurmakedonia á heimavølli og útivølli.

Lutakastið í dag bar við sær, at Føroyar í undankappingarbólki 6 fara at spæla ímóti Niðurlondum úr fremsta styrkisbólkinum og ímóti Ukraina úr triðja styrkisbólki og Kosovo úr niðasta styrkisbólkinum.

Føroyar hava áður dystast við Ukraina. 26. Apríl í fjør vunnu Føroyar í høllini á Hálsi 33 – 26 (16 – 14), og12. oktober í 2022 taptu Føroyar á útivølli 29 – 25.

Føroyar hava eisini longri afturi enn so dystast ímóti Ukraina og tapt. Úrslitini seinastu tíðina hava víst, at føroyska liðið hevur ment seg nógv, tá ið sammett verður við Ukraina.

Tað verður roknað við, at Ukraina fer at spæla heimadystirnar í hesi EM undankappingini í Týsklandi.

EM-endaspælið, ið verður leikt dagarnar millum 15. januar og 1. februar í 2026 hevur fýra leikvøllir. Teir eru Telenor Arena í Oslo, Jyske Bank Boxen í Herning, Malmö Arena í Malmö og Kristianstad Arena í Kristianstad.