Føroyar hava ikki vunnið seks tær seinastu ferðirnar

Í kvøld var javnleikurin ikki so langt burtur í fyrsta landsdystinum nakrantíð ímóti Albania

Jonhard Hammer
20. juni 2023 kl. 22:42

Tað endaði við 3-1 sigri til Albania á Tórsvølli í kvøld.

Hetta var sætti dystur á rað, at Føroyar fóru av vøllinum uttan fulla úrtøku. Síðsti føroyski sigurin var 25. september í fjør, tá ið heimadysturin í Nations League kappingini ímóti Turkalandi endaði við 2-1 sigri.

Síðani tá hava úrslitini verið fýra tap og tveir 1-1 javnleikir. Javnleikirnir vóru í vinardysti á útivølli ímóti Kosovo og EM undankappingardysti ímóti Moldova. Tapini hava verið tvær ferðir ímóti Kekkia (5-0 í vinardysti á útivølli og 3-0 í EM undankappingardysti á heimavølli, og 1-0 í vinardysti á útivølli ímóti Norðurmakedonia og so 3-1 tap í EM undankappingardysti ímóti Albania í kvøld.

Tíggju av teimum 14, sum vóru við í heimasigrinum ímóti Turkalandi, vóru á vøllinum í kvøld.

Løtan á Tórsvølli var hugaligari í kvøld, enn hon var leygarkvøldið í 3-0 tapinum ímóti Kekkia.

Føroyingarnir vóru væl betur við í spælinum. Hugburðinum var góður, og sammett við undanfarnu ferðirnar, so eydnaðist tað í kvøld í løtum at fáa spælið at ganga fyri seg á mótstøðuhálvuni.

Odmar Færø javnaði til 1-1 í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki. Tað var eftir fríspark frá Jóan Símun Edmundsson, at Odmar Færø á brotssparksblettinum setti høvdið undir bóltin, sum fór í málið.

Hóast Albania legði seg á odda stutt eftir steðgin, so var talan um spennandi og lívliga uppgerð. Tað vóru spennandi støður og málmøguleikar í báðum endum. Síðstu løtuna stríddist heimaliðið fyri at javna, men tað endaði við, at Albania staðfesti 3-1 sigurin.

Føroyar - Albania 1-3 (1-1)

0-1: Nedim Bajrami 20.

1-1: Odmar Færø 45.+1.

1-2: Kristjan Asllani 51.

1-3: Ernest Muci 90.+1.

Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Hanus Sørensen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Viljormur Davidsen – René Shaki Joensen (Petur Knudsen, 64.), Gunnar Vatnhamar (Brandur H. Olsen, 80.), Jákup B. Andreasen (Jóannes Bjartalíð, 46.), Sølvi Vatnhamar (Stefan Radosavljevic, 80.) – Jóan Símun Edmundsson (Andrass Johansen, 65.),  Klæmint A. Olsen

Á beinkinum: Mattias H. Lamhauge, Bárður á Reynatrøð, Sonni Ragnar Nattestad, Hørður H. Askham, Rógvi Baldvinsson, Magnus Egilsson, Hannes Agnarsson

Gult kort: René Shaki Joensen

Venjari: Håkan Ericson

Hjálparvenjari: Eli Hentze