Føroyar hava fingið tveir nýggjar altjóða dómarar

Annar er góðkendur FIFA dómari, og hin er góðkendur FIFA hjálpardómari

Jóannes Hansen
16. desember 2023 kl. 20:34

Í heyst boðaði Kári J. á Høvdanum frá, at hann fór at gevast við uppgávuni, sum altjóða fótbóltsdómari. Orsøkina segði hann vera, at hann í borgarliga starvi sínum hevur so nógv at gera, at tað ikki eru stundir at døma meiri enn tað, sum er á skránni í heimligu kappingini.

Í dag er tað greitt, at Føroyar hava fingið ein nýggjan altjóða skrásettan dómara og ein altjóða skrásettan hjálpardómara.

Nýggi FIFA góðkendi dómarin er Heini Ziskason Viðoy, og nýggi FIFA góðkendi hjálpardómarin er Jógvan Breckmann.

26 ára gamli Heini Ziskason Viðoy hevur verið dómari síðani 2016, tá ið hann dømdi í bestu kvinnudeildini og 2. deild og yngru deildunum. Í 2018 dømdi hann fyrstu ferð í 1. deild, í 2022 dømdi hann fyri fyrstu ferð í bestu deildini hjá monnum, har hann í ár hevur verið fastur dómari.

Sambært faroesoccer.com hevur hann higartil dømt 198 dystir.

32 ára gamli Jógvan Breckmann er hjálpardómari. Tað hevur hann verið síðani 2009. Eftir at hava verið hjálpardómari í bestu kvinnudeildini, 2. deild og yngru deildunum, var hann fyrstu ferð hjálpardómari í 1. deild í 2016. Í 2018 royndi hann seg fyrstu ferð í bestu deildini, har hann síðani 2019 hevur verið fastur maður. Sambært faroesoccer.com hevur hann verið hjálpardómari í 299 dystum og dómari í 15 dystum.