Føroyar fara aftur at gera fiskiveiðiavtalu við Russland næsta ár. Tað er niðurstøðan eftir eina politiska viðgerð í Føroyum
Í farnu viku ráðførdi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum seg við Løgtingsins uttanlandsnevnd viðvíkjandi samráðingum við Russland um fiskiveiðiavtalu fyri 2025.
Svarið er viðgjørt, og avgerð er tikin um at fara til samráðingar við Russland um eina fiskiveiðiavtalu fyri 2025.
Samráðingarnar verða talgildar og tær. verða í hesi vikuni, sigur Fiskivinnumálaráðiði.
Hetta hevur verið eitt rættiliga umstrítt mál líka síðani Russland gjørdi innráðs í Ukraina, tí fleiri politikarar vilja slíta alt samstarv við Russland - men tað er politiskur meiriluti fyri halda fram, og tað hava tey so eisini boygt seg fyri.