Føroyar fingið nýggjan altjóða talvmeistara

Høgni er triði føroyski IM-arin. Hinir eru John Rødgaard og John Arni Nilssen

Talvsamband Føroya
20. september 2024 kl. 23:11

Fyri løtu síðani endaði talvið millum Høgna Egilstoft Nielsen og Michael Wiedenkeller á 1 borði í dystinum millum Føroyar og Luksemburg í Budapest remis.

Tað ber í sær, at Høgni hevur rokkið sínum triðja og síðsta IM-normi. Hitt kravið - 2400 í rating - hevur hann langt síðan lokið.

Høgni er triði føroyski IM-arin. Hinir eru John Rødgaard og John Arni Nilssen.

Helgi Dam Ziska vann IM-heitið áðrenn hann gjørdist stórmeistari.

Sjálvur dysturin millum Føroyar og Luksemburg í níggjunda umfari á talvolympiaduni í Budapest er ikki liðugur enn. Telvararnir á 1 borði vóru teir fyrstu, sum gjørdu seg lidnar. Talvið vardi góðan hálvan triðja tíma.