Nú er bara ein dystur millum Føroyar og fyrsta HM endaspælið nakrantíð. Í kvøld vunnu Føroyar 34-27 á heimavølli ímóti Norðurmakedonia. Hálvleiksstøðan var 18-14. Tað vil siga, at Føroyar vunnu fyrra hálvleik við fýra málum og seinna hálvleik við trimum málum.
Týdningarmikið er at staðfesta, at hetta var fyrri hálvleikur. Seinni hálvleikur verður í Norðurmakedonia sunnudagin. Um Føroyar megna at vinna, spæla javnt ella tapa við í mesta lagi seks málum, so vera Føroyar við í HM endaspælinum, sum verður í januar 2025.
Tað plagar serliga at vera í álopinum, at føroyingarnir eru kringir. Í kvøld sást, at verjuspælið er vorðið framúr gott. Teis Horn Rasmussen og Pætur Mikkhalsson vóru fyri tað mesta í miðverjuni, og teir megnaðu væl at syftast við mótstøðumenninar, sum í miðal viga kanska 20 kilo í miðal meiri enn føroyingarnir. Teis var stýrimaðurin, og tá ið Pætur ikki var undir liðini á honum, so vóru liðformaðurin Peter Krogh og Helgi Hildarson Hoydal fínir avloysarar.
At verjan var so stinn bar við sær, at fyritreytirnar hjá málverjunum vóru betri, tí tað var ikki altíð, at álopini hjá gestunum endaðu við skotroyndum.
Í álopinum var Elias Ellefsen á Skipagøtu sjálvskrivaður spælskipari og støðug hóttan við at skjóta ella í gjøgnumbrotum. Óli Mittún var fótfimur og kringur, tá ið talan var um spæl sjey ímóti seks, og so vórðu fleiri mál skorað úr borðunum.
Serliga eyðsýnt var tað, at Leivur Mortensen var so tryggur í vinstru. Hann hevði fimm royndir ímóti málinum, og hann skoraði fimm mál.
Føroyskur toppskjútti var Elias Ellefsen á Skipagøtu við 10 málum. Óli Mittún og Hákun West av Teigum skoraðu seks mál, og Leivur Mortensen og Vilhelm Poulsen skoraðu fimm mál í part og Kjartan Johansen og Teis Horn Rasmussen skoraðu eitt mál hvør.