So er tað greitt. Føroyska hondbóltslandsliðið fer at spæla í Berlin, tá ið EM endaspælið verður í januar 2024.
Lutakast hevur verið nú í kvøld, og tað lagaði seg soleiðis, at Føroyar skulu spæla ímóti Nregi, Slovenia og Pólland.
-Lutakastið kundi verið betri, og tað kundi verið verri, men ítróttarliga er hetta á góðari leið. Serliga høvdu vit ynskt okkum eitt annað lið í triðja styrkislagnum enn Pólland. Vit høvdu vónað, at Norðurmakedonia fór at vera landið úr triðja lagnum, men hetta er tað, og vit gleða okkum, sigur Julian Johansen, sum 1. juli tekur við starvinum sum hjálparvenjari hjá landsliðnum.
-Eg veit, at tey í Hondbóltssambandi Føroya vónaðu, at Føroyar fóru at spæla í Berlin, tí tað er lætt at ferðast til týska høvuðsstaðin, og tað er frálíkt, at vit fara til Berlin, sigur Julian Johansen.