Nú er tað greitt, hvørjum trimum tjóðum Føroyar fara at spæla ímóti í Nations League kappingini í heyst.
Talan er um trý mótstøðulið. Føroyar vóru styrkismettar í næsthægsta raðnum.
Úr besta styrkisraðnum fara Føroyar at spæla ímóti Armenia.
Hinar báðar mótstøðutjóðirnar eru Norðurmakedonia og Lettland.
Tjóðirnar úr C bólkinum eru flokkaðar soleiðis:
Føroyska A-landsliðið hevur ongantíð spælt ímóti Armenia.
Føroyar og Norðurmakedonia hittust fyri einum knøppum ári síðani, 27. mars, fyri fyrstu og higartil einastu ferð. Tað var í vinardysti í høvuðsstaðnum Skopje, og tá vann Norðurmakedonia 1-0.
Føroyar og Lettland hava dystast fimm ferðir í landsdysti í fótbólti.
Fýra ferðir er tað endað javnt, og 7. oktober 2016 vunnu Føroyar HM undankappingardyst í Riga 2-0. Málskjúttar ta ferðina vóru Sonni Ragnar Nattestad í 1. hálvleiki og Jóan Símun Edmundsson í 2. hálvleiki.
C 1
Svøríki
Aserbadjan
Slovakia
Estland
C2
Rumenia
Kosovo
Kypros
Litava/Gibraltar
C3
Luksemborg
Bulgaria
Norðurírland
Hvítarussland