Føroyar stríddu seg til eitt 15. pláss av 24 í EM-endaspælinum og vunnu samstundis seinasta HM-atgongumerkið til HM2025 í Slovenia. Eitt heilt fantastiskt avrik, har Føroyar vunnu 26-24 á Eysturríki, eftir at okkara vóru aftanfyri 11-13 í hálvleikinum.
Dysturin gekk javnt á fyrstu løtuna, men høvdu okkara ringt við at fáa hol á eysturíksku verjuna, sum stóð heilt inni á strikuni. Føroyska spælið var á markinum til drál hvørt álop og vóru málmøguleikar eisini brendir, eysturríkski málverjin stóð væl. Yvirtalsspælið var aftur trilvandi í dag, og fingu okkara ov lítið burturúr støðunum. Okkara runnu aftaná allan hálvleikin og var støðan 13-11 til Eysturríki við steðgin.
Tað vóru brendir málmøguleikar fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, sum gjørdi at okkara ikki hálaðu inn, heldur øktu eysturríkar um leiðsluna. Verjan trakkaði ov illa út til stóru eysturíksku skjúttarnar og øktu teir til 17-13. Føroyar gjørdu nakrar tillagingar næstu løtuna. Jón Midjord kom inn aftur í verjuna og trakkaði hann betri út til stóra vinstra bakkin hjá Eysturríki. Eisini kom Bjarni Jacobsen inn í føroyska málið, og hevði hann tríggjar bjargingar beinanvegin. Hetta gjørdi at okkara komu uppá javnt aftur 17-17 eftir stuttari løtu. Enn stríddust okkara fyri at fáa mál, og komu tað fá mál um miðjan hálvleikin. Okkara góvu tó alt seinastu løtuna. Rúnar Hammer gav tað allarsíðsta hann átti og fann hann væl Jón Midjord á strikuni og avgjørdu teir dystin saman. Føroyar stríddu seg til ein 26-24 sigur seinastu løtuna og harvið eitt atgongumerki til HM2025 í Slovenia.
Eftir dystin var Jón Midjord kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Jón var ein brandur í verjuni í dag og var hann maðurin, sum fekk steðga stóra skjúttanum á vinstra bakki. Eisini gjørdi hann 6 mál uppá 6 royndir í álopinum. Føroyar blivu við hesum nr. 15. av 24 liðum í EM-endaspælinum og vunnu samstundis seinasta HM-atgongumerkið til HM summarið 2025 í Slovenia.
Úrslit o.a. frá U18 EM-endaspælinum síggjast her: M18 EHF EURO 2024 (eurohandball.com)
Dystargongdin Føroyar – Eysturríki
5 min. 1-2
10 min. 3-5
15. min. 5-7
20 min. 6-7
25 min. 9-10
30 min. 11-13
35 min. 13-17
40 min. 17-17
45 min. 18-18
50 min. 21-20
55 min. 23-22
60 min. 26-24
Málskjúttar hjá Føroyum:
Jákup Egholm 7 (4)
Jón Midjord 6
Magnus Árason 5
Rúnar Hammer 3
Lýðari í Dímun 2
Pauli Rasmussen 1
Haraldur Karlsson 1
Fríði í Innistovu 1
Málverjar:
Ingi Johannesen 36 min., 6 bjargingar, 23%
Bjarni Gunnarsson Jacobsen 24 min., 5 bjargingar, 42%