Í morgin verður í Týsklandi spælt um heiðursmerkini í EM endaspælinum, og í dag varð lutur drigin um, hvør skal spæla ímóti hvørjum fyri at sleppa upp í part í HM endaspælinum fyri menn.
Góðu úrslitini seinastu tíðina bera við sær, at Føroyar skulu spæla um pláss í endaspælinum ímóti einari europeiskari hondbóltstjóð – á heimavølli og útivølli.
Luturin hjá Føroyum fall soleiðis, at mótstøðuliðið verður Norðurmakedonia. Fyrri dysturin verður í Føroyum og tann seinni í Norðurmakedonia og ivaleyst í høvuðsstaðnum Skojpe.
Bæði hvat viðvíkur ítríttarligari avbjíðing, ferðing og samfelagsumstøðum er hetta gott lutakast, tá ið havt verður í huga, at millum onnur mótstøðulið vóru eitt nú Ísland, Portugal, Ungarn, Kekkia og Pólland.
Dysturin í Føroyum verður spældur 8./9. mai, og tann í Norðurmakedonia varðu spældur 11./12. mai.
HM endaspælið verður í Danmark, Norra og Kroatia í døgunum 14. januar til 2. februar í 2025.
Finnland/Litava – Ungarn
Belgia/italia – Montenegro
Grikkaland – Niðurlond
Rumenia – Kekkia
Spania – Serbia
Føroyar – Norðurmakedonia
Slovenia – Sveis
Portugal – Bosnia/Hersegovina
Ísland – Estonia/Ukraina
Pólland – Slovakia/Ísrael
Georgia – Eysturríki
24 luttakarar vera í HM endaspælinum.
Úr Europa hava hesi longu kvalifiserað seg at luttaka í HM endaspælinum um eitt ár:
Kroatia, Danmark og Norra – vertir.
Týskland, Svøríki og Frakland – frá EM í 2024.