Føroyar fáa varaformannin í Arktiska Ráðnum

Føroyar, Grønland og Danmark taka við formansskapinum í Arktiska ráðnum í mai 2025.

Áki Bertholdsen
20. desember 2024 kl. 13:07

Nú er semja um, at Grønland fær ein leiklutinin sum formaður í Arktiska ráðnum. Hann verður kallaður Senior Arctic Official Chair. Hinvegin taka Føroyar við varasessinum, sum eitur Deputy Senior Arctic Official Chair, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanlandsmálum.

Danmark varðveitir leiklutin sum formaður fyri felags sendinevndina hjá ríkinum í Arktiska ráðnum, har Føroyar og Grønland eisini verða umboðað. 

Havið verður ein høvuðsraðfesting í arbeiðnum og tað verða Føroyar, ið fáa ábyrgd av hesum arbeiðnum.

Ein arbeiðsætlan fyri havið er orðað í samstarvi við føroyskar myndugleikar og har verður sett út í kortið, hvat formansskapurin vil hava, at arbeiðsbólkarnir í Arktiska ráðnum skulu arbeiða við í komandi formansskeiði.

Fróðskaparsetur Føroya, og aðrir viðkomandi partar, verða somuleiðis vertir fyri næstu UArctic ráðstevnuni, sum verður í Føroyum í 2026.

Fyri Føroyar hevur tað verið avgerandi, at okkara støða í Arktis verður endurspeglað í formansskapinum, umframt, at føroysk áhugamál síggjast aftur í formansskránni, sigur Høgni Hoydal.