UNESCO-sáttmálin frá 2005 um at at verja og fremja margfeldi í mentanarligum úttrykki er nú galdandi í Føroyum.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, fegnast um, at sáttmálin er settur í gildi fyri Føroyar, tí hann er við til at styrkja mentanarpolitiska arbeiðið at veita listafólki, stovnum og feløgum á mentanarøkinum góð og virðilig kor at virka undir.
Í dag hava 152 lond umframt ES tikið undir við UNESCO-sáttmálanum, harundir Ísland, Danmark, Noregi, Svøríki, Finland, Áland og nú eisini Føroyar.
Tað var føroyska UNESCO-nevndin, sum hevur til uppgávu at veita landsstýrinum ráð, sum í mai 2022 mælti til at taka undir við UNESCO-sáttmálanum. Landsstýriskvinnan í mentamálum, sum eisini varðar av UNESCO-nevndini, heitti á landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum um at taka neyðugu formligu stigini soleiðis at Føroyar blivu fevndar av sáttmálanum. Málið varð lagt fyri Løgtingið í mai 2023, har tað varð samtykt.
Sáttmálin staðfestir rættindi, skyldur og møguleikar hjá sáttmálapørtum til at fremja og verja mentanarligt margfeldi. Sáttmálin vísir á, at mentanarligt virksemi, vørur og tænastur bera í sær samleika, virði og hava bæði mentanarligan og búskaparligan týdning, og at atlit tí má takast at báðum. Undirtøka fyri UNESCO-sáttmálanum er harafturat ein fortreyt fyri limaskapi í ES-samstarvsætlanini Creative Europe, ið veitir stuðul til listaligar og mentanarligar verkætlanir umframt verkætlanir innan kreativar vinnur, og sum Føroyar eru í umbúna at gerast limur í.Sambært UNESCO eru mentanarligu og kreativu vinnurnar millum skjótast vaksandi sektorar í heiminum. Mentanarligi sektorurin svarar fyri 6,1 % av heimsbúskapinum, og 30 mió. fólk, serliga ung fólk, starvast innan økið. Víst verður eisini til heimsmálini, har mentanarligu og kreativu vinnurnar eru avgerandi fyri at røkka málunum um ein javnari alheims búskap.
Sáttmálin viðger evni, ið eru skipað í lóggávu á mentanarøkinum, eitt nú kringvarpslógini, upphavsrættarlógini, skjalasavnslógini, bókasavnslógini, fornminnalógini, í savnslóggávu og í lóggávu um stuðulsskipanir á mentanarøkinum. Undirtøka fyri sáttmálanum krevur tó ikki lógarbroyting í galdandi lóg, men sáttmálin kann verða grundarlag fyri lógarbroytingum á økinum og ásett er í sáttmálanum, at mentanarpolitikkir og átøk skulu vera í samsvari við sáttmálan.
Tiltøk, ið sáttmálapartarnir fremja, kunnu millum annað fevna um lóggávu, ið skal verja og fremja mentanarligt margfeldi, vinnu- og tænastufremjandi tiltøk, stuðulsskipanir, ið fremja margfeldi, til listafólk, miðlar og íverkseting. Sáttmálapartarnir verða eggjaðir til at skapa góðar umstøður og at stuðla skapandi virkseminum hjá listafólkum, og víst verður í hesum sambandi serliga á kvinnur, minnilutar og upprunafólk.