Føroyar eru framvegis í triðhægsta flokki

Ein orsøk til tað er, at koma vit í eina kreppu, fer Danmark allarhelst at hjálpa okkum burtur úr henni

Áki Bertholdsen
18. september 2024 kl. 10:30

Í juni 2024 vóru umboð fyri ratingfyritøkuna, Moody’s, í Føroyum og høvdu fund við landsstýrið, andstøðuna, og Landsbanka Føroya. Landsbankin sigur, at síðani hevur Moody’s gjørt greitt, at Føroyar varðveitir sítt kredittvirði.

Sostatt hava Føroyar metingina Aa2, sum er triðhægsta metingin av øllum. Metingarstigin hjá Moody’s hevur annars 21 stig.

Metingin Aa2 er bygt á eina grundleggjandi kredittmeting, sum er ein meting av afturgjaldsevnunum hjá landskassanum, sigur Landsbankin.

Men tað er eisini bygt á, at Moody’s metir, at tað er sera sannlíkt at Danmark, við hægstu meting, nevniliga AAA, fer at koma Føroyum til hjálpar í eini kreppustøðu.

Í hesi nýggjastu metingini metir Moody’s, at afturgjaldevnini hjá landskassanum eru eitt sindur betri og tí er grundleggjandi kredittmetingin hækkað eitt stig.

Ein orsøk er til tað, er, at í fleiri ár á rað hevur landskassin næstan havt javnvág á landsroknskapinum og at skuldin tí hevur verið nærum óbroytt. Harafturat er gjaldføri landskassans sera gott.

Samanumtikið metir Moody’s, at útlitini eru støðug. Ta niðurstøðu er Moody’s komin til tí tey vænta, at búskaparligi politikkurin framhaldandi vil stuðla undir búskaparligum støðufesti og at landskassans gjaldføri framhaldandi er gott.

– Ratingin sigur nakað um, hvussu evnini hjá Føroyum eru at rinda skuld aftur, sigur Landsbankin. Moody’s gevur Føroyum triðhægsta próvtal. Tað hevur týdning at fáa eitt gott próvtal, tí so eru tað fleiri íleggjarar, sum vilja veita Føroyum lán, sigur Landsbankin.

– Tað gevur føroyingum møguleika at føra sín egan fíggjarpolitik í tíðum við búskaparligari afturgongd. Góða próvtalið hevur eisini ávirkan á, hvørja rentu landskassin skal rinda fyri lánið. Jú betri próvtal, jú lægri renta, leggja tey afturat.

Samanumtikið er grundgevingin fyri ratingina á Aa2 millum annað at:

– Føroyar hava fíggjarligt sjálvræði,

– Føroyar hava stórt gjaldføri, sum ger landskasan mótstøðuføran í búskaparligari afturgongd og móti búskaparligum stoytum,

– Skuldin er lutfalsliga lítil

Hinvegin eru avbjóðingarnar, at búskapurin er einstáttaður, og íløgutørvurin er stórur tí at fólkatalið veksur.

– Føroyar hevur sostatt eina góða rating, men ymisk viðurskifti kunnu gera, at ratingin verður broytt.

– Tað sum kann gera ratingina betri, eru góð fíggjarlig úrslit hjá landskassanum, saman við enn betri gjaldføri og eini luftalsligari lítlari skuld - ella at búskapurin verður meira fjøltáttaður.

– Tað sum kann gera ratingina verri er, at skuldin veksur munandi, at landskassin hevur hall í fleiri ár á rað, og at óvæntað bakkast raka fiskivinnuna ella alivinnuna  - og um sambandið við Danmark viknar. 

Umframt fíggjarligu ratingina ger Mooody’s eisini eina ESG-rating. ESG ratingin sigur nakað um váðar sum stava frá:

– Umhvørvi, til dømis broytingar í veðurlagið.

– Sosialt umhvørvi, sosialir spenningar, til dømis um, hvussu útreiðslutrýstið frá vaksandi tal á eldri fólki verður fíggjað

– Stjórnarskipan, tað er millum annað um almennir myndugleikar hava trúvirði og um politiskar avgerðir eru gjøgnumskygdar.

Karakterirnir ganga frá 1, sum er best til 5, sum er vánaligast. Føroyar fáa karakterirnar 3 fyri umhvørvi, 2 fyri sosialt umhvørvi og 1 fyri stjórnarskipan.

– Miðal av hesum trimum hjá Føroyum er sostatt 2, sum er næst besta ratingin.

Men landskassin sigur, at ESG metingin hevur enn ikki ávirkan á fíggjarligu metingina.