Føroyar eru á triðja plássi

U-21 landsliðið: Føroyar hava fyri fyrstu ferð yvirhøvur vunnið tveir sigrar í somu undankapping

Jóannes Hansen
17. oktober 2023 kl. 22:05

Tað er ikki á hvørjum degi, at Føroyar vinna ein fótbóltslandsdyst, men soleiðis var tað í kvøld.

Føroyar spældu U-21 EM undankappingardyst suðuri í Andorra, og føroyska ferðalagið fyrireikar seg at til í morgin at lenda aftur í Vágum við 1-0 sigri. Málið skoraði Olaf Bárðarson í fyrra hálvleiki. Hann tók av, tá ið heimamenninir gjørdu stórt mistak í verjuni.

Tað vóru ikki so nógvir stórir málmøguleikar, men í seinna hálvleiki endaði besta álopið yvirhøvur við stórum møguleika. Signar á Brúnni legði flatt innfyri úr høgru, Gullbrandur Øregaard hoppaði uppum bóltin, og so bjargaði málverjin, tá ið Jørgen Nielsen royndi seg úr góðari støðu.

Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at U-21 landslið vinnur tveir dystir á útivølli í somu kapping, og Eyðun Klakstein landsliðsvenjari er væl nøgdur við úrslitið og eisini við avrikið:

-At spæla ímóti Andorra á útivølli er altíð torført. Tað plagar at vera á graslíki, men í kvøld var tað á grasi. Hetta var fyrsta ferðin í hesi undankappingini, at vit fóru av vøllinum, uttan at tað var eydnast hjá mótstøðuliðnum at skora í móti okkum. Tað va okkum greitt, at vit fóru at vinna, um vit hildu tætt í verjupartinum, tí higartil hava vit skorað í øllum dystunum, og tað gjørdu vit eisini í kvøl, sigur venjarin, og hann heldur fram:

-Spælararnir eiga rós fyri, hvussu disiplineraðir teir vóru, teir vóru raskir, og eg havi kensluna av, at vit vóru tættari við at økja um leiðsluna til 2-0, enn teir vóru at javna. Vit hava vunnið sjey stig fyri fýra dystir, og sjálvandi eru vit nøgdir við tað. Tað eru seks dystir eftir í hesi kappingini, og vit fara heilt víst at vinna fleiri stig, enn vit higartil hava vunnið, sigur Eyðun Klakstein úr Andorra.

Næsta uppgávan hjá føroyska liðnum verður ímóti Grikkalandi á útivølli 15. november. Føroyar eru á triðja plássi, meðan Grikkaland er á fjórða plássi. Portugal er á odda við 12 stigum, og Kroatia, sum er næstfremst, og Føroyar hava 7 stig.

Andorra – Føroyar 0-1 (0-1)

0-1: Olaf Bárðarson 31.

Føroyar: Ari í Haraldsstovu Petersen – Elias Rusborg, Áki Johannesen, Børge Petersen – Signar á Brúnni, Noah Mneney,  Gullbrandur Øregaard, Ási Dam – Áki D. Samuelsen (Bergur J. Poulsen, 93.), Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson (Heini Sørensen, 83.)

Gult kort: Áki D. Samuelsen, Jørgen Nielsen, Noah Mneney, Ási Dam, Signar á Brúnni

Á beinkinum uttan at vera skiftir inn: Rasmus Nilsson, Jákup N. Vilhelmsen, Poul Kallsberg, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Gutti Dahl-Olsen, Jens Erik Bruhn, Jónas Warner

Venjari: Eyðun Klakstein

Hjálparvenjari: Atli Gregersen