Føroyar endaðu á 20. plássi

Føroyar endaðu frammanfyri fýra europeiskar tjóðir

Mynd: EHF
Jóannes Hansen
16. januar 2024 kl. 21:20

Føroysku hondbóltsspælararnir eru farnir úr Berlin. Nakrir eru á veg heim til Føroya at halda frí í nakrar dagar, inntil teir fara aftur í útlendsku feløgini, har tað fer at vera hildið fram í landskappingum, tá ið EM endaspælið er liðugt, og aðrir eru longu á veg aftur í útlendsku feløgini.

Uppgerð frá europeiska hondbóltssambandinum vísir, at Føroyar endaðu á 20. plássi í fyrsta EM endaspælinum.

Serbia, Føroyar og Sveis vunnu eitt stig. Serbia var einasti fýrarin, ið var frammanfyri Føroyar. Málmunurin hjá Serbia var -2, hjá Føroyum var hann -7, og hjá Sveis var hann -15.

Rumenia, Bosnia-Hersegovina og og Grikkaland vunnu einki stig.