Nú fríggjadagin bjóðar Føroyaprent til móttøku í sambandi við, at felagið er 20 ár.
Í samband við 20 ára hald bjóðar Føroyaprent viðskiftafólk og øðrum áhugaðum til móttøku fríggjadagin 27. september 2024, klokkan 15 til 18 á Hoyvíksvegi 59.
Jóanes Nielsen heldur røðu.
Málningurin "Norrøna og Dettifossur" eftir Zacharias Heinesen verður prentaður sum plakat. Tey, sum koma á móttøkuna, kunnnu fáa signerað eintak heim við.
Føroya Landsorkestur spælur nøkur løg.
Føroyaprent var stovnað 23. juni 2004 og stjórin og eigarin, Jon Hestoy, hevur rikið egna prentsmiðju síðani 1984. Dimmalætting byrjaði at prenta í 1877. Føroyaprent er ein samanrenning av arkprentsmiðjuni hjá Dimmalætting og Hestprent. Jon Hestoy byrjaði Hestprent á Tanganum á Tvøroyri í 1984.