Føroyameistarin Mjølnir legði fyri við sigri

Polestar-deildin (menn): Mjølnir – Fleyr 3-1 (25-23, 18-25, 25-21, 25-22) SÍ – ÍF 3-1 (25-20, 25-17, 25-27, 25-19)

Flogbóltssamband Føroya
23. september 2024 kl. 10:46

Mjølnir hevði bara seks mans á dómaseðlinum, men tað var tó bara ein minni enn tey sjey nøvnini á seðlinum hjá Fleyr. Væntandi verður Mjølnir væl betur mannað, sum frá líður. T.d. var hvørgin av kanadiarunum við í dag, ei heldur tvíburarnir Ilic, og eisini onnur væl kend flogbóltsnøvn vantaðu á listanum hjá Mjølni. Tá tann listin er fullur, er ivasamt um Fleyr fer at megna at bíta eins væl frá sær, sum tað hóast alt varð gjørt hesa ferð – um ikki Fleyr fær fylt upp á sína lista eisini.

Fleyr var ofta og leingi frammanfyri í fyrsta setti, men Mjølnir javnaði til 22-22 og vann avgerandi bóltarnar og settið 25-23. Í øðrum setti legði Fleyr fyri sum eitt óløgi og fór framum 10-4 og megnaði at halda fast restina av settinum.

Triðja sett var toluliga javnt, men Mjølnir var kortini áhaldandi millum tvey og fýra stig frammanfyri, og tí kom settið ongantíð veruliga í vanda.

Fleyr bardist væl fyri einum javnbrótara í fjórða setti, og legði seg á odda 5-2, 7-5 og 12-11, men so dró Mjølnir frá og fór framum 22-16 og 24-18 og vann settið 25-22, eftir at Fleyr hevði minkað um munin til 22-24.

 

SÍ – ÍF 3-1 (25-20, 25-17, 25-27, 25-19)

Fyri ÍF var tað gleðiligt at hava Vukasin Nedeljkovic á kantinum aftur, tó at hann kanska ikki er heilt í toppformi enn eftir drúgvan knæskaða. SÍ hevur fingið Bjarna Joensen heimaftur úr Danmark, og tá so teir báðir pólsku leikararnir eisini verða tøkir, verður tað helst fyrst og fremst SÍ, sum fer at taka kappingina upp við Mjølnir og at royna at forða teimum í at vinna sjeynda føroyameistaraheitið á rað.

Í dystinum sunnudagin megnaði ÍF til tíðir at geva SÍ rættiliga mótstøðu, men 11-8 leiðslan hjá ÍF í fyrsta setti hvarv sum døgg fyri sól, tá SÍ vann 11 stig á rað og fór framum 19-11. Hóast ÍF hálaði nakað av tí mista innaftur, so var munurin vorðin ov stórur til at bjarga settinum.

Í øðrum setti dragnaði tíðliga millum liðini, og SÍ vann lættliga 25-17.

Í triðja setti skiftust liðini um at vera á odda, sum oftast við einum stigi og ongantíð meira enn tveimum. SÍ fekk settbólt við støðuna 24-23, men ÍF hóraði undan og vann 27-25.

ÍF var eisini frammanfyri 7-4 í fjórða setti, men SÍ javnaði til 7-7. Síðani gekk javnt á til 13-13, tá ið SÍ sleit seg leyst og vann 25-19.

 

Næsta leygardag tekur ÍF ímóti Fleyr, og Ternan spælir sín fyrsta dyst í kappingini, tá Mjølnir kemur á vitjan.