Sambandsflokkinum so líkt, so royna tey at tosa Føroyar og føroyingar niður, nú Moody´s aftur hevur mett um føroyska búskapin. Nú skal tað sambært teimum vera danski búskapurin, sum er trygdin hjá okkum.
Hetta er sjálvandi ikki rætt. Síðani Moody´s byrjaði at kredittmeta og geva Føroyum sína rating árliga, so hevur júst tað sama verið sagt um tilknýtið til Danmarkar. Har er onki nýtt at spinna undirbrotligheits-søgur burturúr, og ongin broyting í metingini hjá Moody´s.
Tað snýr seg sjálvandi um, hvat vit sjálv megna, og hvat vit sjálv gera betur við okkara egnu ábyrgd.
Grundraksturin gevur størri avlop
Og hvør er so nýggjheitin í hesi frágreiðingini hjá Moody´s?
Jú, tað er, at grundleggjandi metingin av tí føroyska búskapinum hækkar í mun til í fjør og undanfarnu árini. Og tað er m.a. grundað á, at grundraksturin hjá landskassanum er batnaður, síðani hendan samgongan tók við. Altso, at tað er avlop á grundrakstrinum, og tað er munandi vaksið, síðani hetta landsstýrið tók við.
Tað var ikki tað vit hava hoyrt…
Ja, akkurát. Hesin veruleiki er beint øvutur av tí, sum er málað fram í almenninginum hetta seinasta árið.
Orsøkin er óivað hallini á fíggjarlógini, Men hallini í 2023 og 2024 eru fyrst og fremst orsakað av, at íløgurnar hjá landinum hava verið upp ímóti milliardini hesi ár. Tí alt varð sett í gongd ísenn við ongari langtíðarætlan í undanfarna valskeiði. Vanliga hava íløgurnar ligið um hálva millard árliga hjá landinum.
Búskapargrunnurin virkar núveftir ætlan
Harafturat hevur hendan samgongan fyri fyrstu ferð gjørt tað, sum var endamálið og hjartamálið hjá Tjóðveldi, tá ið vit stovnaðu Búskapargrunn Føroya. Nú fara inntøkur av tilfeingisgjøldum og aligjøldum ikki beinleiðis inn á fíggjarlógina. Nú fara tær inn í Búskapargrunnin og verða síðani javnaðar yvir fylgjandi 7 ár. Tað er eitt haldførisátak, sum ger sera stóran mun. Her verður spart upp í góðum tíðum, sum verður brúkt í verri tíðum. Fyri fíggjarlógina er úrslitið so meira enn 200 mió. verri á pappírinum. Í mun til undanfarin landsstýri, sum brúkti allar inntøkurnar.
Sjálvræðið er fremsta grundgevingin
Og so er tað altíð gleðiligt og uppbyggjandi at staðfesta, at tann fyrsta grundgevingin fyri, at Moody´s gevur Føroyum eina góða rating er: Fíggjarligt sjálvræði. (Og tað sigur seg sjálvt: Hugsið tykkum, um vit ikki høvdu tikið ábyrgd og skorið og fastfryst blokkin? So høvdu vit langt síðani verið farin út av aftur við fullum blokkstuðli, sum hevur kostað føroyska fólkinum so nógv gjøgnum tíðirnar).
Høgni Hoydal,
Tjóðveldi