Mikudagin 31. januar steingir Føroya Keypssamtøka,FK, deildina í Saltangará. Handilin hevur verið í Føroya Keypssamtøku síðani 1989, men seinastu árini hevur tað verið ringt at fáa hann at mala runt, sigur Keypssamtøkan í tíðindaskrivi í dag.
Tey siga, at grundin til tað er, at hølini eru vánalig og tað eru parkeringsviðurskiftini eisini
Í løtuni eru tíverri ikki útlit til at vend kemur í raksturin og tí er avgerð tikin um at steingja handilin, sigur Jákup Mørkøre, formaður í Føroya Keypssamtøku, í tíðindaskrivi. Hann sigur, at sum støðan er, hevði tað verið ábyrgdarleyst at rikið handilin víðari.
Øll tey 17 starvsfólkini í FK Saltangará, har eitt fólk er í fullum starvi, hava fingið uppsagnarskriv í dag.
Samstundis hevur FK gjørt avtalu um at samstarva meiri við COOP Danmark fyri at tryggja betri rakstur og fyri at fáa hjálp til at nýskipa bygnaðin í FK, og at gera ábøtur í handlunum hjá FK.
Í hesum sambandi er avtala eisini gjørd við Súsannu Poulsen, at hon fer frá sum stjóri. Nýggjur stjóri er Kristian Wolsing frá Coop Danmark, sum verður fyribilssettur stjóri.
Hetta seinasta hálvtannað árið hevur Kristian Wolsing hevur verið rakstrarráðgevari hjá FK. Súsanna Poulsen heldur kortini fram sum serligur ráðgevari hjá FK, og skal verða við til at tryggja eitt lagaligt skifti frá verandi støðu til ein nýggjan bygnaðin fyri Føroya Keypssamtøku.