Føroya Bjór er farið undir at finna nýtt stað til sølubúð á Tvøroyri, og gongst sum ætlað, skal nýggja sølubúðin vera á havnalagnum skamt frá Pubbini.
Føroya Bjór heldur í løtuni til í egnari sølubúð tætt við Krambatanga, og til nú hevur Rúsdrekkasøla Landsins leiga í hølunum hjá Føroya Bjór.
Rúsdrekkasølan hevur kortini sagt leigumálið upp, og hølini, ið Føroya Bjór eigur, eru alt ov stór til virksemið hjá Føroya Bjór, sigur Einar Waag, stjóri í Føroya Bjór.
Heldur enn at finna nýggjan leigara, hevur Føroya Bjór tikið avgerð um at finna hølu til leigis og at seta bygningin, ið felagið eigur, til sølu.
Og Føroya Bjór hevur verið í samráð við Tvøroyrar býráð um at leiga bygningin, ið liggur við síðuna av havnarskrivstovuni, men hetta er ikki komið á mál enn, sigur Einar Waag.
Hóast Føroya Bjór fær bygningin til leigu, er kortini nógv, ið skal gerast, áðrenn tað er klárt at flyta inn, sigur Einar Waag, ið væntar, at arbeiðið at seta í stand kann taka nakrar mánaðir.
Einar Waag ger kortini greitt, at Føroya Bjór flytir ongan veg, fyrr enn sølubúðin hevur onkrastaðni at flyta til.