Ongi úrslit

Føroya Banki høvuðsstuðul hjá Sement

Í apríl verður Reinsaríið enn einaferð karmur um tónleikakappingina Sement

Ragnar Sjúrðarson
16. februar 2025 kl. 16:00

Tórsgøta:

Í apríl verður Reinsaríið enn einaferð karmur um tónleikakappingina Sement. Føroya Banki er annar av høvuðsstuðlunum hjá tiltakinum, ið hevur til endamáls at menna føroyskan tónleik.

Tað er Tórsgøta, ið skipar fyri Sement, sum er ein sólskinssøga í føroyskum tónleiki. Talan er um ein sera góðan møguleika hjá luttakarum at framføra egnan tónleik fyri nógvum áhoyrarum.

“Vit halda tað vera týdningarmikið at geva føroyskum tónleikarum ein pall, har tey fáa roynt seg og víst sín tónleik fram. Sement er í 3-4 vikur, og hetta tíðarskeiðið skapa luttakararnir í miðal 45 nýggj føroysk løg, ið er eitt ótrúligt avrik. Vit eru fegin um, at Føroya Banki hevur valt at stuðla Sement, tí tað ger tað møguligt at lyfta støðið á tiltakinum við sera dugnaligum fólkum úr tónleikavinnuni og spennandi verkstovum fyri luttakarunum. Hetta er alt við til at menna skapandi umhvørvið í Føroyum,” sigur Bogi Andreasen, leiðari í Tórsgøtu.

Sement er bæði ein klekingardepil fyri óskrivað bløð og ein pallur fyri tey rutineraðu. Millum nøvnini, ið áður hava gjørt vart við seg á Sement eru Joe and The Shitboys, Marius DC, Dania O. Tausen, RSP, Tamara, Jasmin, Aggrasoppar, Ragnar Finsson, Hamferð og Gówa.

“Sement er eitt heilt serligt tiltak, ið gevur eldhugaðum tónleikarum úr øllum landinum møguleika at framføra egnan tónleik. Tiltakið hevur havt stóran týdning fyri menningina av føroyska tónleikapallinum og er við til at geva íblástur og áræði til tónleikarar í øllum aldri. Tí eru vit fegin um at kunna stuðla og geva okkara íkast til, at hetta týðandi mentanartiltak kann halda fram,” sigur Rúna N. Rasmussen, marknaðarleiðari í Føroya Banka-samtakinum.

Tey luttakandi fáa møguleikan at vísa sín tónleik fram, vinna góðar vinningar og fáa møguleika at luttaka á G! Festivalinum og, ikki minst, SPOT festivalinum í Danmark. KVF sendir frá tiltakinum, og sostatt fáa øll heima í stovunum eisini møguleika at fylgja við.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

13 tímar síðan

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49